Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Herfyri kom hesin faldarin í postkassan.

Fjarhitin knýtir Havnina saman. Hetta er FAKE.

Tað eru tey sum halda seg vita, at fjarhiti er bæði grønt og gott, meðan onnur vita, at fjarhiti hvørki er grønur ella fíggjarliga forsvarligur. Mótstøðan hevur ongantíð verið størri enn nú… og hetta er ikki uttan grund. Fjarhitafelagið brennir nógva olju og má brenna meir so hvørt endurnýtslan av ruski og elframleiðslan úr varandi orkukeldum økast.
 
Fakta
Hitafelagið varð kjølsett av Poul Michelsen 25.jul 1989. Eigararnir vóru SEV og Tórshavnar býráð við 0,5 mió í part. Restina av pengunum kr. 20 mío kom frá Føroya Landstýri og 35mió var lán úr oljugrunninum. 250 brúkara vóru íbundnir. Hetta er meir enn kr. 224.000 fyri hvønn brúkara.

Longu við ársbyrjan 1994 var grundarlagið undir fjarhitanum burtur. Kreppa og lítið av ruski at brenna gjørdi at felagið fór av knóranum við út við 80 mió í skuld (56mió + renta sum var sera høg) Umroknað til 2020 er hetta millum kr 130 og 180 mió – alt eftir hvønn leist vit nýta.

Felagið varð endurstovnað hin 4. mars 1994 við somu eigarum.

Allýsing
Fjarhiti kann vera ein skilagóð loysn, har hitin frá aðrari process, har hitin ikki verður endurnýttur í processini, men fer fyri einki.

Slíkt kenna vit frá fristivirkjum, termiskari elframleiðslu og brenning av ruski.

Ein fyritreyt er kortini at ikki ov langt ímillum heita og kalda staðið. Hetta serliga tí at flutningur av hita krevur tjúkkar leiðingar, og orkutapið er stórt, um teinurin er langur.

Við í vágametingini er eisini hvussu nógva orku kan væntast, og tíðarskeiðið hetta varir við.

Eru hesar treytar loknar, ber til at hava endrnýtslu hita fyri ein sámuligan prís, sum er nógmikið fyri at gjalda rørini og rakstur av pumpuverkum og umsiting.

Veður grundarlagið undir hitakelduni burtur: Tí at ruskbrenningin verður flutt, elframleiðslan broytist frá olju til vindorku, og fristivirkið verður hvørvur, er fjarhitanum ikki liv lagað. Stóra investeringin í hitarør og pumpustøðir er onki verd.

Tað er kostnaðarmikið at leggja fjarhitaleiðingar eini 10 til 15 túsind krónur fyri meturin, tí her skal bæði gravast, borast, brekkast ella spreingjast. harafturat skulu rørini leggjast í sand og pakkast inn, um tey skulu vara í 20 til 30 ár. Fyri hvørji tvey hús á vegnum við 400m2 grundstikkið verur kerviskostnaðurin eftir hesum um 300.000 krónur ella 150.000 fyri hvørja íbinding. Pengarnir kundi skinsamari nýttir til at mika um orkutørvin og ella íløgur í framleiðslu av varandi orku.

Út við oljuupphiting - inn við fjarhita verður postulerað í faldaranum. Er nakar munur á hesum?

Vit sum hava kannað orkunýtsuna vita at fjarhitafelagið brennir olju. Nógva olju!

Grundin er at hitatapið í eini fjarhitaskipan er kempustórt í munu til tapini í eini elorkuskipan. (6% fyri alt elkrevið í mun til 40% fyri nakrar kilometrar í Havn). Hitatapið í teim tjúkku rørunum, sum fjarhitafelagið í Tórshavn nýtir er sløk 50W/m av røri. Ella at 45 metrar av rørum brúka eins nógva orku og miðalnýtslan fyri sethús, sum eru íbundin fjarhitafelagið.

Munurin millum orkuna sum Fjarhitafelagið fekk frá orkukeldunum báðum: SEV og brennistøðini fyri 0 kr. og tað sum selt varð, fyri oljuprís, sæst at flutningstapið var 35.5% (hetta var í 2016). Síðani er fjarhitanetið vorðið størri og tí eru tapini eisni økt meir enn nýtslan.

Hyggja vit í roknaskapin hjá Fjarhitafelagnum sæst at 1254 brúkarar vóru íbundnir við ársenda 2018. Ronka vit munin ímillum ta oljunýtslu, sum hesi høvdi havt, um tey ikki vóru íbundin fjarhitakervið, hevði hon verið 16% størri enn oljunýtslan, sum Fjarhitafelagið hevði hetta árið.

Ikki kann sigast annað enn at 16% eisini er eitt stig á "grønu kósini", men tá hugt verður eftir hvat hetta kostar, er svarið nei. Skuldin hjá fjarhitafelagnum eru økt meir enn 60 mió, úr 19 mió upp í 82 mió frá 2016-2018. Tað kundi nógv grøn orka fingist fyri slíka uphædd.

Nógv misinformatión hevur verið um grønu loysnirnar. Bløðini skiva: "Samstundis er ætlanin at tríggir aðrir stovnar skula fáa grøna orkuskipan. Býlingshúsið á Flat, Badmintonhøllin í Gundadali og Dagstovurin við Landavegin, fáa nú fjarhta, sum fer at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum níggju ferðir. Talan er um eina íløga uppá eini 400 til 500 túsund krónur fyri hvønn stovn. Útreiðslurnar til varma og heitt vatn fara at hækka nakað"

Sum nevnt omanfyri eru 16% batar ikki ringir at finna um talan er um 0.5 mió fyri hvønn stovn, har rækstrarkostanðurin eisini hevði verið munandi lægri.

Stavnsband
Í teim økjum har fjarhiti upprunaliga varð ætlaður at vera, hervur Fjarhitafelagið monopol. Tey sum byggja har, eru stavnsbundin, og kunnu ikki velja sólarhita ella aðrar varandi loysnir uttan at gjalda fæst gjald til fjarhitafelagið.

##med2##

##med3##

Danske afgifter gør fjernvarme unødvendigt dyrt. (49% í avgjaldi til Statskassan)
En ny svensk rapport fra Svensk Fjärrsyn har undersøgt prisen på fjernvarme i de fleste europæiske lande i 2013. Danmark har fået en kedelig høj placering over lande med en høj varmepris på 28,9 EUR pr. GJ, mens prisen i nabolande som Sverige og Tyskland lå på henholdsvis 20,3 og 21,2 EUR/GJ; det hele uden moms. 

Årsagen til, at prisen på fjernvarme ligger så højt i Danmark er, at der er en række afgifter, som ikke kendes i andre lande. Det er afgifter på brændsler, NOx, CO2, PSO og en generelt høj moms på hele prisen. 

I alt 49 procent af, hvad fjernvarmeselskaberne opkræver, går til skatter, afgifter og moms, der sendes videre til statskassen. 

Den svenske rapport er dermed en stærk dokumentation for, at danske fjernvarmekunder belastes af en højere pris, end det sker i andre lande primært, fordi der er særlige danske afgifter. Renses de danske fjernvarmepriser for de særlige danske afgifter og moms, kommer den danske varmepris ned på 19,9 EUR pr. GJ og dermed tæt på det europæiske gennemsnit.

Fjarhitin í Tórshavn er ov dýrur (kappingareftirlitið)
Fjarhitin frá Fjarhitafelagnum í Tórshavnar kommunu er óneyðuga dýrur, tí prísurin verður ásettur við støði í oljuprísinum heldur enn í teimum kostnaðum, sum felagið hevur av at veita fjarhita. Fylgjan av hesum er, at fjarhitaloysnin er dýrari enn aðrar grønar hitaloysnir, sum til dømis hitapumpa og jarðhiti.

Hetta er ein av niðurstøðunum í frágreiðing, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt um Fjarhitafelagið í Havn. Fjarhitafelagið veitir hita til umleið 1000 brúkarar í høvuðsstaðnum.

Fjarhitafelagið fær hitan frá Brennistøðini á Hjalla og SEV-verkinum á Sundi og leiðir hann í rørum til brúkararnar. Tórshavnar kommuna og SEV eiga Fjarhitafelagið, sum er eitt partafelag við einum politiskum og ikki handilsligum endamáli.

Upprunaliga – í 1990’unum - var viðtikið millum Tórshavnar kommunu og SEV, at upphiting við fjarhita ongantíð skuldi verða dýrari enn upphiting við oljufýring. Trupulleikin er, at hitamarknaðurin sær heilt øðrvísi út í dag enn fyri 20 árum síðani. Í 90’unum vóru bert tvær hitaloysnir. Í dag eru fleiri. Týdningurin av hesi viðtøku er tískil burtur.

Somuleiðis setir Kappingareftirlitið spurnartekin við, um upphiting við fjarhita veruliga hevur kostað tað sama sum við olju. Tær útrokningar, sum Kappingareftirlitið hevur gjørt, geva ábendingar um annað.

Í øðrum lagi vísa kanningarnar hjá Kappingareftirlitinum, at fjarhiti uttan iva kundi verið kappingarførur við aðrar hitaloysnir. Treytin er, at prísurin verður settur eftir, hvat tað kostar at framleiða fjarhitan. Hesar kanningar byggja á samanberingar við líknandi feløg í Danmark. Í stuttum vísa samanberingarnar, at meðan prísurin fyri MWt frá Fjarhitafelagnum er millum teir hægstu, so er kostnaðurin hjá Fjarhitafelagnum fyri at framleiða sama MWt kappingarførur.

Kappingareftirlitið heldur, at umstøðurnar hjá kundunum hjá Fjarhitafelagnum eru ótíðarhóskandi. Tað er ikki nøktandi, at ein sethúsaeigari verður álagdur at brúka ávísa hitaloysn, samstundis sum hesin hvørki hevur ávirkan á felagið ella innlit í prísásetingina, og ei heldur rætt at kæra um hesi viðurskifti.

Kappingareftirlitið mælir til at lóggivið verður á fjarhitaøkinum. Ein nýggj lóg eigur at taka støði í, at talan er um grøna orku, sum skal kappast við aðra grøna orku, og at brúkarin eisini kann velja sína egnu hitaloysn. Eisini verður mælt til, at brúkarar fáa ávirkan á felagið og at møguleiki verður at kæra til eitt nú Vinnukærunevndina.

Vit sum standa á dekkinum og síggja at skipið siglir við øktari fer beint ímóti flúrinum, hava skyldu til at gera skiparan, óvitandi, í sínum myrkum sólbrillum,  varðan við, um eina løta verður skipið vrak.

Hetta er ongin sólskinssøga. Tvørturímóti ... kósin er ikki ímóti burðardyggari orkunýtslu, men øktum oysli og øktari oljunýtslu so hvørt sum fjarhitanetið gerst størri.

Thormann Kruse

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo