Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Ótroyttiligir og í øllum veðri heinta teir burturkast upp í miðbýnum. Teir báðir Heri Jensen og Frants Vilhelm Jacobsen fingu í dag handað heiðursbræv fyri trúgva tænastu.

Heri Jensen hevur síðani 1986 við eldhuga og nærlagni hildið býin reinan. Frants Vilhelm Jacobsen hevur gjørt tað sama síðani 2001.

Teir hava trúfastir sópað gøtur og vegir fyri burturkast. Og soleiðis hava teir veitt sítt týðandi íkast til at fáa Havnina at skína. Eisini hava teir í virkseminum verið ein fyrimynd fyri onnur.

Mong eru tey, bæði ung og eldri, sum hava varnast miðvísa arbeiðið hjá Hera og Frants Vilhelmi.

- Áhaldandi arbeiðið hevur verið umhvørvinum og øllum havnarborgarum til gagns, segði Bjørg Dam, tá ið hon handaði teimum báðum heiðursbrævið.

Hon legði aftrat, at tað at rudda burtur rusk í gerandisdegnum hevur stóran týdning fyri umhvørvið, og arbeiðið hjá gøtusóparunum ger allar havnarborgarar tilvitaðar um umhvørvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo