Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ukrainsku hermenninir í Mariupol vilja ikki geva seg yvir. Teir fara at berjast til tað síðsta, sigur ukrainski forsætisráðharrin, Denys Sjmyhal, í samrøðu við amerikansku sjónvarpsstøðina ABC.

Russland hevur annars givið Ukraina freist til at biðja hermenninar í Mariupol geva seg yvir, so skulu teir verða eirdir, men hesum hava teir noktað fyri.

Einir 2.500 ukrainskir hermenn skulu vera á einum risastórum stálverki á havnini í Mariupol, har russar annars hava tikið ræðið á tí mesta av býnum.

Russiski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur sagt, at verða hermenninir dripnir, so er ongin orsøk til at halda fram við samráðingunum við Russland um frið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo