Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna: Allan november hava starvsfólk hjá kommununi arbeitt við at gera bygdirnar í Vága kommunu jólaklárar við vøkrum jólaljósum ymsa staðni, sum skulu lýsa upp hesa myrku tíðina.

Vit hava arbeitt hart, tí alt skal vera klárt, tá jólatrøini verða tendraði leygardagin áðrenn fyrsta sunnudagin í advent (26. november).

Tíverri mugu vit staðfesta, at tað, sum annars skuldi verið til gleði hjá øllum borgarum í kommununi, er oyðilagt. Onkur hevur gjørt seg inn á ljósketurnar í viðarlundini í Miðvági við tí úrsliti, at bert partur av viðarlundini er upplýstur - og hetta dagin fyri hugnaligu løtuna, tá jólatræið í Miðvági verður tendrað.

Hetta er tí ikki bara ein hending, sum kostar kommununi (og skattaborgarunum) í krónum og oyrum, men eisini ein ágangur á felags trivnaðin her á staðnum. Hetta metir kommunan er ógvuliga keðiligt og vónandi ikki ein tendensur, sum sleppur at halda fram.

Starvsfólk hjá kommununi hava í dag arbeitt við at staðfesta hvussu stórur skaðin er og herverkið er meldað til løgregluna. Mánadagin taka vit støðu til, hvat kann gerast aftur og/ella um fleiri ljósketur verða keyptar.

Vit heita samstundis á fólk um at gera vart við seg, um tey halda seg hava sæð okkurt illgrunasamt. Vit ynskja ikki, at tílíkt herverk skal sleppa at halda fram á staðnum og tí er tað ábyrgdin hjá okkum øllum, at virka fyri, at soleiðis ikki verður, skrivar Vága kommuna, sum ynskir øllum eina góða og friðsæla advent.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo