Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Til seinastu sáttmálasamráðingar fór Pedagogfelagið eftir einari stórari lønarhækkan til pedagogarnar. Hendan lønarhækkanin kundi bara lata seg gera, við at koyra nærum allan pengaposan, sum fíggjarmálaráðið og KAF høvdu at arbeiða við, til pedagogarnar.

Ein skuldi trúð, at eitt fagfelag arbeiddi fyri allar sínar limir. Men tað skuldi vísa seg, at hjálparfólkini vóru við skerdan lut, hóast tey mynda 2/3 av limunum í Pedagogfelagnum. Samráðingarnar førdu til eitt langt verkfall, sum hjálparfólk vóru tvungin útí, við tað at tey vóru limir í Pedagogfelagnum.

Endin var at pedagogarnir fingu ein stóran lønarvøkstur, meðan hjálparfólkini sótu eftir sum tann stóri taparin og føldu seg snítt av sínum fagfelag.

Lønarvøksturin hjá einum pedagogi á hægsta stigi vaks við knøppum 2000,- í mun til lønina hjá hjálparfólki á hægsta stigið, soleiðis at heilar 7500,- blivu á muni millum ein pedagog og eitt hjálparfólk, sum dagliga gera sama arbeiði.

Hetta, saman við ódemokratisku lógarbroytingini á aðalfundinum, um at meirlutin í nevndini skal vera pedagogar, gjørdi, at nøkur hjálparfólk tóku seg saman og stovnaðu Hjálparfólkafelagið.

Eftir at sáttmálasamráðingarnar vóru lidnar, skipaði Pedagogfelagið fyri fundum  kring landið fyri at greiða frá fylgjunum ag verkfallinum.

Ein av hesum fundum varð hildin í Østrøm í Havn. Fundurin, sum var lýstur at snúgva seg um avleigingarnar av verkfallinum, bleiv meira ein fundur, sum var merktur av tí mismuni, sum Pedagogfelagið hevði gjørt á sínum limum í samband við krøvini í sáttmálasamráðingunum.

Í tí sambandi royndi formaðurin Jógvan Philbrow at slætta sjógvar. Hann segði millum annað, at tá samráðingar vóru, bar tað ikki til at fara eftir øllum. Hesaferð hevði man valt at fara eftir einum munandi lønarvøkstri til pedagogarnar, men til einar aðrar samráðingar raðfesti man kanska hjálparfólkini.

Tað lá líkasum í úttalilsinum hjá formanninum, at til næstu sáttmálasamráðingar vóru tað ynskir hjá hjálparfólkum, sum skuldu raðfestast.

Nú eru so sáttmálasamráðingar aftur. Spurningurin er so, um formaðurin fer at minnast til hjálparfólkini hesaferð.

Vit í Hjálparfólkafelagnum vilja gjarna geva okkara íkast við at vísa á nøkur ynski, ið hjálparfólk hava.

Hjálparfólk ynskja broyting, soleiðis at tað ikki skal vera neyðugt at lýsa størv leys at søkja eftir lokna setanartíðarskeið, men at leiðarin frítt kann endurseta hjálparfólk, um hann metir, at viðkomandi er skikkaður til starvið.

At lønarhækkanin hesaferð fer til hjálparfólk, soleiðis at skeivleikin seinastu samráðingar verður útjavnaður.

Eftirlønin eigur at verða hækka upp til 14%.

Hetta eru ynski, sum Hjálparfólkafelagið hevði farið eftir, um vit vóru partur av sáttmálasamráðingunum. 

Sámal Hansen
Formaður í Hjálparfólkafelagnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo