Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Í dag eru tað Bólkur E og F sum skulu í aksjón, og sambært VG so eru møguleikarnir hesir at koma víðari:

Bólkur E
Brasil 4 stig, 2+ í málmuni, Sveis 4 stig, +1, Serbia 3 stig, 0, Kosta Rika 0 stig, -3

* Brasil kemur víðari við minst at leika javnt móti Serbia í dag. Sveis kvalifiserar seg um tað vinnur Kosta Rika, ella um Serbia tapur móti Brasil. Um Sveis tapur við einum máli, og Serbia leikar javnt, kemur tað ligið víðari sum hevur skorað flest mál. 

* Við jøvnum málmuni kemur Sveis víðari tí teir vunnu Serbia. Serbia kemur víðari við at vinna á Brasil, ella við javnleiki um Kosta Rika vinnur Sveis við meira enn einum máli.

Bólkur F
Meksiko 6 stig, +2 í málmuni, Týskland 3 stig, 0, Svøríki 3 stig, 0, Suður-Korea 0 stig, -2

* Meksiko skal hava eitt stig móti Svøríki fyri at koma víðari, ella at Týskland tapur móti Suður-Korea. Svøríki kvalifiserar seg um landið fær eitt betri úrslit enn Týskland. Týskland kemur víðari um Týskland vinnur við tveimum ella fleiri málum. 

* Um bæði Svøríki og Týskland leika javnleik, er tað liðið við flest skoraðum málum sum kemur víðari (bæði hava 2-2 í málmuni). Leika bæði til dømis 0-0, kemur Týskland víðari tí Týskland vann Svøríki. Suður-Korea kann eisini koma víðari, um Suður-Korea vinnur Týskland og Svøríki tapur, umframt at tað krevst betri málmunur enn hjá nevndu londunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo