Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

LGBT: Í dag, 27. juli, verður Faroe Pride rekkjukoyring í Havn og á Skálafjørðinum. Hetta hevur við sær at ferðslan verður nakað tarna í tíðarskeiðnum kl. 17-19. Rekkjukoyringin fer av Sundi kl. 17 og koyrir síðan gjøgnum Eysturoyartunnulin og upp á Strondum. Her verður koyrt eftir niðara vegi og til Skála, har tað so verður koyrt eftir Skákinum niðan á landsvegin og síðan runt Skálafjørðin eftir høvuðsvegum allan vegin, har leiðin so gongur gjøgnum Eysturoyartunnulin aftur til Havnar.

Tá komið verður til Tórshavn uml kl. 18 gongur leiðin framvið úti á Gøtu, oman Løgmannabreyt, eftir Vegnum langa, oman Sundsveg, framvið Norðurlandahúsinum og eftir Marknagilsvegnum, yvir um brúnna til Argir, oman Traðargøtu og Støðlagøtu, framvið Eikini og Landssjúkrahúsinum, oman Jóanesar Patursonargøtu og steðga so eina lítla løtu í Steinatúni. Tá bilarnir koyra viðari úr Steinatúni umleið kl. 19 er Pride-rekkjukoyringin liðug.

Tey sum ikki koyra við, eru vælkomin at standa við vegin og vinka, tá koyrt verður framvið, siga fyriskipararnir. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo