Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Komandi leygardag eru tað júst 50 ár síðan, at tvørasluppin Albert sakk í Vesturgrønlandi, og manningin varð bjargað undir sera truplum umstøðum av norska hvalaveiðiskipinum Lamas.

Hesa hending fara tey at minnast á Seglloftinum og í Pakkhús 5 á Tvøroyri, har skipað verður fyri fyrilestri og framsýning. Til staðar verður eisini familja og vinir hjá skiparanum á Lamas, sum eru komin til Føroyar at handa Pakkhús 5 stórfingnan lut.

Talan er um tommin hjá Albert, sum vanlukkudagin í ringum veðri, førdi 14 av manningini gjøgnum ísfylt hav til bjargingina umborð á Lamas. Eftir hetta brotnaði tommurin, og tríggir teir seinastu av manningini vórðu bjargaðir av skipsbátinum hjá Lamas.

- Tað er spennandi at fáa ein lut við so serstakari søgu til savnið. Ein kann jú siga, at hesin tommur átti lívið í 14 suðuroyingum, sigur Rókur Tummasarson, ið stendur fyri Pakkhús 5.

Tiltakið byrjar kl 16.00 á Seglloftinum og er ókeypis. Tróndur Enni og Lív Næs spæla nøkur løg. Klaksvíksingurin Jóhan Henriksen, sum í nógv ár hevur havt stóran áhuga í søguni um Albert, fer at greiða frá, og borin verður fram takkarkvøða. Síðani verður tommurin handaður, og møguleiki verður at síggja tommin og eina framsýning um Albert í Pakkhús 5.

Meira kunning um tiltakið og Pakkhús 5 fæst á www.facebook.com/pakkhus5

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo