Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska landsliðið til venjing á MCH Arena í Herning - Mynd: Hans Erik Danielsen

Føroyska landsliðið til venjing á MCH Arena í Herning - Mynd: Hans Erik Danielsen

Føroyska landsliðið til venjing á MCH Arena í Herning - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Fyrireikingarnar hjá føroyska A-landsliðnum við monnum hava gingið væl, og sum heild eru allir í hópinum væl fyri.

Meginparturin av spælarunum komu til Herning sunnukvøldið, og mánadagin løgdust útisetarnar afturat hópinum. Síðan hava tríggjar venjingar verið á skránni – tvær á Vildbjerg Stadion og tann triðja á MCH Arena, har venjingardysturin móti dønum verður spældur.

Og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið Håkan Ericson, landsliðsvenjari, og Eli Hentze, hjálparvenjari, senda á vøllin frá byrjan. Ein broyting er á liðnum hesaferð, samanborið við teir, ið byrjaðu á vøllinum í 1-0 sigrinum á útivølli Andorra fyri einum mánað síðan.

Teitur Matras Gestsson verður í mál, og í verjuni verða Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum frá byrjan verða Sølvi Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð, Brandur Hendriksson Olsen og Hallur Hansson, og fremstu menninir verða Patrik Johannesen og Andreas Lava Olsen.

Á bonkinum verða Kristian Joensen, Tórður Thomsen, Odmar Færø, Rógvi Baldvinsson, Heðin Hansen, Gilli Rólantsson Sørensen, Ári Mohr Jónsson, Dan í Soylu, Gunnar Vatnhamar, Meinhard Egilsson Olsen og Jóan Símun Edmundsson.

Venjingardysturin millum Danmark og Føroyar verður floytaður í gongd klokkan 18:00, danska tíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo