Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

EM undankapping, bólkur H: Ísland vann í kvøld 2-1 á útivølli ímóti Moldova

Birkir Bjarnason (17) og Gylfi Sigurdsson (65) skutu málini hjá íslendingum, meðan Nicolae Milinceanu (56) skjeyt einasmalla málið hjá Moldova.

Ísland megnaði at fáa 19 stig til høldar í bólki H, sum nú er liðugt spældur.

Hetta var bert nóg mikið til eitt 3. pláss, og harvið er greitt, at Ísland ikki verður at síggja til EM endaspælið næsta summar.

Frakland endaði á 1. plássi í bólkinum við 25 stigum, meðan Turkaland fekk 23 stig.

Ísland tapti báðar dystirnar ímóti Fraklandi, men megnaði at fáa fýra stig av seks møguligum ímóti Turkalandi.

Mest skuffandi úrslitið hjá íslendingum var 4-2 tapið ímóti Albania í september.

Íslendingar hava verið stinnir hesi seinnu árini. Teir vóru við í HM 2018 og EM 2016, og í 2013 leiktu teir playoff dystir ímóti Kroatia um at koma við í HM 2014.

Endaliga støðan í bólki H:
1. Frakland 25 stig
2. Turkaland 23
3. Ísland 19
4. Albania 13
5. Andorra 4
6. Moldova 3

Dystirnir hjá Íslandi í bólki H:
Andorra-Ísland 0-2
Frakland-Ísland 4-0
Ísland-Albania 1-0
Ísland-Turkaland 2-1
Ísland-Moldova 3-0
Albania-Ísland 4-2
Ísland-Frakland 0-1
Ísland-Andorra 2-0
Turkaland-Ísland 0-0
Moldova-Ísland 1-2

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo