Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nærum allir hetlendingar vilja fegnir hava betri ferðasamband. Tað kom fram á einum pallborðsfundi sum varð hildin á netinum í gjár um evnið.

Politikarar og onnur sum varða av hetlendsku samferðsluni kjakaðust um, hvussu farast skuldi fram fyri at fáa tunlar bygdar til nakrar av oyggjunum, har ferjur sigla í dag.

Sigurð Lamhauge, stjóri á Landsverki, var eisini við á tráðnum, og hann kundi millum annað greiða hetlendingum frá, at teir skuldu rokna við at eini 10 ár gingu frá tí at ein tunnilsverkætlan varð samtykt, til klárt var at koyra ígjøgnum.

Sum skilst er stóri trupulleikin hjá hetlendingum, at teir ikki síggja seg fíggjarliga førar fyri at fara undir eina slíka verkætlan uttan hjálp frá Skotlandi. Men hagani hevur higartil verið lítil hjálp at heinta.

Shetland News skrivar um málið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo