Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Samstarvið ímillum tey trý fótbóltsfeløgini í Suðuroy - TB, FC Suðuroy og Royn - er farið í upploysn.

Hetta stendur greitt eftir felagsfundin, sum var í gjárkvøldið.

Við Suðurrás staðfesti formaðurin í FC Suðuroy, Julius Vest Joensen, eftir fundin, at har var einki at gera.

- Umboðini hjá TB hildu fast um, at spælast skuldi bara við Stórá. Harumframt var ynskið um javnbjóðis samstarv við felagsliði, við felagsnevnd, felagsøkonomi og felagsnavni heldur ikki gingin á møti. Teir søgdu seg halda seg til aðalfundarsamstyktina, so har var onki at gera , og er fótbóltssamstarvið í Suðuroynni nú farið í søguna, sló Julius Vest Joensen fast.

Suðurrás skrivar víðari, at sum skilst á fundinum, ynskti TB at bakka aftur til 2017, har fíggjarliga býtið ímillum feløgini var 60% til TB, 35% til FC Suðuroy og 5% til Royn (í mun til 50%, 45%, og 5% í ár); og annars at halda áfram at samstarva sum higartil og við tí kravi, at heimavøllurin bara skuldi vera við Stórá.

Sum støðan er nú, heldur TB fram í bestu deildini komandi kappingarár, meðan FC Suðuroy skal leika í 2. deild. Royn skal leika í 3. deild komandi kappingarár.

Tað eru ikki øll, sum eru so fegin um, at samstarvið ímillum Suðuroyarfeløgini nú er endað.

Sviin Glen Ståhl, sum var venjari hjá TB/FC Suðuroy/Royn í ár, skrivar soleiðis um endaða samstarvið á Facebook-bólkinum Suðringar:

- Fullkomiliga bedrøviligt. F****, sum eg veri irriteraður. Einasta innandurafótbóltshøllin og besti graslíkisvøllur í Føroyum. Einki felag er í námind at hava líka góðar umstøður. Og tað velur man at blaka til h*******. Ein skandala. Einki annað. Hvíl í friði, fótbóltur í Suðuroy.

Samstarvið ímillum tey trý Suðuroyarliðini byrjaði í 2016 og hevur sostatt vart í tvey ár. Fyrsta árið endaði felagsliðið sum nummar átta í bestu deildini - við skotanum Maurice Ross á odda -, og í ár endaði felagið á einum sjeynda plássi í Betri deildini - við áðurnevnda Glen Ståhl á odda.

Ståhl gavst sum venjari hjá felagnum, eftir at kappingin í ár var liðug.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo