Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Lat meg byrja við at siga, at eg kenni ikki málið meiri, enn tað, sum fram er komið fyrst í Norðlýsinum og síðani í øðrum miðlum.

Í samband við Klaksvíkar Sjúkrahús, so fellur ein skansi fyri og annar eftir. Tað hevur tað gjørt nú í mong ár og hóast av og á eru lovað bót og bati, dettur hetta aftur í somu grøv.

Tað má vera í heilt fáum støðum í øllum Norðurlondum, at tikið verður frá stjóra á einum almennum og privatum stovni, sum nú Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at stjórnar- og váttanarrætturin verður tikin frá honum. Har sum tað er hent, hevur tað havt vánaligar fylgjur.

Ministarin veit onki
Tá nú Landsstýrismaðurin – ministarin – fyri Sjúkrahúsverkið, Kaj Leo Johannesen, sigur, at “hann onki hevur við hetta at gera”, so er ilt at skilja, hvør so hevur tað.

Í øðrum lagi verður neyðugt at biðja ovasta myndugleikan, sum er løgtingingið, har eisini fólk úr Norðoyggjum og Suðuroynni eru umboð, um at taka sær av málinum, og vísa ministaranum, hvussu fram eigur farast.

Tað ber heilt einfalt ikki til at taka stjórnar- og váttingarrættin frá einum stjóra.

Líknandi hevur fyrr verið gjørt
Lat meg enda við at koma aftur í søguna, tá nakað líknandi varð sett út í kortið fyrst í 1990unum. Tá segði eg við flokkin eftir harmiligt stríð , um hatta verður samtykt, sigi eg meg úr samgonguni, tað varð samtykt. Eg segði meg úr samgonguni.

Havi kent meg væl við hesi risaavgerð eg kendi meg ikki at kunna liva við einum tílíkum álopi á Klaksvíkar Sjúkrahús.

Lat meg at enda siga, beint eftir varð løgtingsval og málið var ongantíð gjøgnumført. Eg var ikki valdur aftur til tað valið, men síðani var eg afturvaldur inntil eg sjálvur segði meg frá, og slapp eisini í mong ár afturat at sita sum borgarstjóri.

So er alt sagt. Hetta er søga og kanska onkur sigur “gamlamannasnakk”. Men lat meg siga tykkum, at tað er meiri enn tað!

Sum nevnt, hetta er ein beinleiðis ískøld neyðtøka av Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og veit Kaj Leo Johannesen, sjálvur ministarin onki um hetta álopið, so eru tað embætisfólkini, sum gera sum teimum hóvar!

Jógvan við Keldu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo