Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF Varpið: Fýra kvøld um vikuna skipar FC Hoyvík fyri Heilsufótbólti á Hoyvíksvøllinum. Mánakvøld og mikukvøld er tað serliga ætlað monnum, og týskvøld og hóskvøld eiga kvinnurnar vøllin.

Ein av luttakarunum er Ragnar Mouritsen, og hann letur sera væl at átakinum: “Umframt at renna og sparka eitt sindur, so hevur tað sosiala eisini nógv at siga”.

FSF Varpið hitti Ragnar eitt kvøldið í juni mánað, og sum tað sæst á myndunum, so hevur Heilsufótbólturin í Hoyvík góða undirtøku. Men tað er pláss fyri fleiri, og øll eru vælkomin.

Afturat FC Hoyvík, eru fyribils seks onnur feløg – AB, B71, EB/Streymur, FC Suðuroy, ÍF og TB, ið skipa fyri regluligum Heilsufótbólti hvørja viku. Og í Vestmanna skipar kommunan fyri Heilsufótbólti í skúlagarðinum týskvøld og hóskvøld klokkan 19:00.

Nærri kunning um stað, tíðir og samskiparar sæst H E R

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo