Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Føroyskir journalistar, serliga onkur sum hevur stillað upp fyri Tjóðveldi, kalla semingsroyndina í gjárkvøldið hjá tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum, fyri "konstruktivan journalistikk".

Okkurt skal jú barnið eita!

Og spurningurin er so um Kringvarpið klárar at halda seg til "óheftan konstruktivan journalistikk", sum public-service stovnurin ikki higartil hevur megnað, heldur ikki í semingsroyndini hjá tíðindaleiðaranum.

Fólkaflokkurin skrivar á sínum Facebook-vanga at samráðingarnar hjá landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, hava verið sera óprofessionellar.

- Einki skrivligt tilfar varð útflýggjað. Fundast varð dag og dagliga uttan landsstýrismaðurin flutti seg tumman.

- Høgni Hoydal hevur ongantíð gjørt eina breiða semju. Og tað er ikki líkt til at tað kemur at henda.

- Men ráð vóru fyri tí, tá Liljan Weihe, tíðindaleiðari í KVF, virkaði sum samráðingarleiðari millum samgonguna og Sambandsflokkin, skrivar Fólkaflokkurin, sum hevur gjørt hesa video.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo