Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hóast nógv verður øðrvísi hesaferð, so er talan um ein stóran hátíðardag við føstum siðum og stórum mannamúgvum sum eru við.

Men bæði korona og stúran fyri ófriði fara at seta sín dám á amerikanska høvuðsstaðin Washington í dag, nú 46. forsetin, Joe Biden, og varaforsetin, Kamala Harris, verða tikin í eið.

Hátíðarhaldið byrjar klokkan 11.30 lokala tíð, sum er 16.30 okkara tíð.

Tá Joe Biden er tikin í eið fer hann at halda talu, og eftir tað fara bæði at vera við í einum tiltaki saman við herinum. Tey fara eitt nú at vitja Arlington kirkjugarðin, har fleiri krígsveteranar liggja grivnir. Seinni verða Joe Biden og konan við militereskortu koyrd til Hvítu Húsini, har tey alment flyta inn.

Nakað eftir midnátt okkara tíð fer sjónleikarin Tom Hanks at vera vertur í einum sjónvarpaðum tiltaki, har kendir tónleikarar sum Justin Timberlake, Bon Jovi, Demi Lavato og Garth Brooks fara at vera við.

Hvussu stóran týdning hevur røðan hjá Biden?

Hon hevur rímuliga stóran týdning.

Røðan hevur verið fastur siður síðani George Washington var tikin í eið í apríl 1789 í New York. Forsetin kemur í røðuni vanliga inn á, hvørja leið hann sær fyri sær at USA skal ganga næstu 4 árini. Nógv orð eru søgd í hesum røðum, sum eftirtíðin hevur tikið til sín og sum verða tikin fram aftur við ymisk høvi.

Hvussu við trygdini?

Washington D.C. er í hægstu tilbúgving í dag, eftir at fleiri 100 víðgongdir høgraekstremistar 6. januar lupu á kongressbygningin. Um 25.000 limir í tjóðarhirðuni eru innkallaðir, og teir skulu tryggja lóg og landaskil í samband við tað sum hendir í amerikanska høvuðsstaðnum í dag.

##med2##

Eisini National Mall, sum eru stóru, grønu fløturnar nærhendis Capitol Hill og har sum Washington monumentið stendur, verður stongt fyri vitjandi. Har plaga annars sera nógv fólk at savnast. Men í ár sleppa 1.000 fólk at vera við, og tað verður fyrst og fremst politikarar.

Hvør fer at undirhalda?

Umframt Tom Hanks og tey sum eru við í hansara tiltaki fer Lady Gaga at syngja tjóðsangin, og Jennifer Lopez verður eisini við.

Keldur: ABC News, BBC, NBC News og Jyllandsposturin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo