Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað almenna kann ikki bjóða fólki so vánaligar flutningsmøguleikar, nú tað stundar til ólavsøku, tað er hásummar og almenni myndugleikin bønar og biður fólk um at ferðast í egnum landi.

Farleiðin til Nólsoyar er vanliga tann, ið verður fyrst rakt, tá eitthvørt hendir við einum av strandafaraskipunum. Tað svitast ikki, at nólsoyingar skulu bøta fyri øll brek á hinum skipunum.

Men sum støðan er í løtuni, so er samferðslan til Nólsoyar als ikki nøktandi, hóast øll skip eru í sigling.

Umberingin hesaferð fyri at sigla við so lágum ferðafólkatali, at skipið als ikki nøktar flutningstørvin, er at koronatilmælini forða fyri, at fleiri enn 95 ferðafólk sleppa umborð á hvørjum túri.

Men nú vísir okkara nólsoyarnevnd á, at hetta als ikki er rætt.

Tað vísir seg, at ferjan ikki er ov lítil, men at hon bert siglir við eini manning uppá fimm mans – og tá er hægst loyvda ferðafólkatal 95.

Varð ein settur aftrat varð loyvt at sigla við 294 ferðafólkum - og so slapst undan, at ótal av fólki hvønn dag stendur á keiini og bíðar upp í fleiri tímar.

Nevndin greiðir í almennum skrivi frá, hvussu koronatilmælini kunnu haldast við størri manning og fullum ferðafólkatali.

Hetta kann SSL ikki bjóða fólki, nú tað stundar til ólavsøku, tað er hásummar og almenni myndugleikin bønar og biður fólk um at ferðast í egnum landi.

Vónandi lurta SSL og almenni myndugleikin eftir nólsoyarnevndini, so vit trygt fáa avgreitt ferðsluna til gagns fyri bæði nólsoyingar og ferðafólk.

Annika Olsen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo