Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tá ið tað fór at hoyrast at bretski forsætisráðharrin Boris Johnson var testaður positivur við kovid-19, so vissaði hann bretska fólkið um at einki var at óttast. Hann stjórnaði landinum at vísa seg ótarnaður og hevði dagligar, digitalar kreppufundir, hóast hann bæði hostaði og hevði fepur.

 

Í gjárkvøldi gjørdist støðan tó so álvarsom at hann var fluttur á intensiva deild á sjúkrahúsi í London.

 

Journalisturin Sonia Purnell, sum skrivaði lívssøguna «Just Boris» er spurd av Daily Telegraph um roynt hevur verið at niðurtóna støðuna hjá bretska forsætisráðharranum.

 

– Boris hevur ein løgnan holdning til sjúku. Hann var intolerantur yvirfyri øllum sum vóru sjúk. Higartil hevur hann verið ómetaliga robustur. Hann hevur ikki verið sjúkur fyrr, og hetta má vera eitt stórt sjokk hjá honum. Hansara lívsáskoðan er, at sjúka er nakað sum rakar ússalig fólk.

 

Purnell arbeiddi saman við forsætisráðharranum á Brússel-skrivstovuni hjá Telegraph í 1990-talinum, og skrivaði lívssøguna «Just Boris: A Tale of Blond Ambition» í 2012, skrivar VG.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo