Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í seinastu viku var býráðsfundur í Runavík. Og enn einaferð samtykti býráðið sær sjálvum heimild at ganga uttanum byggisamtyktina.

Hví býráðspolitikarar samtykkja sær sjálvum heimild, at ganga uttanum býráðssamtyktir, skilji eg als ikki.

Meinar býráðið, at byggisamtyktin trongir til justeringar, so ber til at broyta byggisamtyktina.

Hendan margháttliga broyting, sum borgarstjórin kundi almannakunngerða í miðlunum áðrenn býráðsfundin, varð samtykt sum fyrsta málið á fundinum. Í málinum lesa vit harumframt at endamálið er: ”Ein leiðregla til innanhýsis brúk í samband við fyrispurningar um hesi viðurskifti.”

Næsta málið á skrá var eitt byggimál. Biðið var um loyvi at byggja sethús nummar 2 á eitt grundstykki, har eitt sethús var frammanundan. Umsitingin mælti til at geva loyvi.

Bygginevndin mælti frá at geva loyvi. Men á fundinum varð tað samtykt, vísandi til samtyktina í fyrra málinum, har býráðið gav sær sjálvum loyvi at ganga uttanum býarplanin.

Hví umsitingin helt, tað vera í lagið at ganga uttanum býarplanin og bygginevndin segði nei, varð ikki upplýst. Men í byggisamtyktini stendur, at tað bara er loyvt at hava 1 hús á hvørjum grundstykki.

Triðja málið var eisini eitt byggimál. Har kundi tað ikki játtast at innrætta ein eldri bygning á stykkinum.

Hevði hetta málið verði avgreitt, eins og tað fyrra, hevði svarið verði játtandi.

Eg vísti á, undir viðgerðini av fyrsta málinum, at avleiðingin fór at verða, at undantøk verða givin, alt eftir hvør tað er, sum manglar loyvi. Og tað tók tí bara 5-10 min. til mín illgruni var prógvaður.

Eg kann ikki gera annað enn at mótmæla og vísa á. Endamálið við hesi grein er ikki, at tekniska deild, kommunupolitikarar og onnur í øðrum kommunum, skulu fáa ein bíligan látur.

Hetta skilaloysi fær vónandi ein enda. Helst beinanvegin ella vónandi á komandi býráðsvali.

Vónandi skilja fólk og møta fjølment til komandi býráðsval.

Jonhard Danielsen, býráðslimur í Runavíkar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo