Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-164/2021 um starvsnormeringar hjá námsfrøðingum í fólkaskúlanum, frá Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmanni, settur Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógv tað vildi kostað mánaðarliga at sett námsfrøðingar í føstum starvi, sum arbeiða á serdeildunum á fólkaskúlaøkinum, í fult starv við setanarbroti á 1,0?

2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rímiligt, at fast settir námsfrøðingar á serdeildum í fólkaskúlanum hava lægri setanarbrot samanborið við líknandi námsfrøðingar á miðnámsskúlaøkinum?

3. Kann landsstýrismaðurin greiða frá og grundgeva fyri, hví setanarbrotið hjá námsfrøðingum á fólkaskúlaøkinum er væl lægri enn setanarbrotið á miðnámsskúlaøkinum, tá talan er um serdeildir?

4. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa viðurskiftini soleiðis, at námsfrøðingar á serøkinum í fólkaskúlanum verða settir í fult starv við einum setanarbroti á 1,0 og fáa eins setanarviðurskifti sum námsfrøðingarnir, sum virka á serdeild á miðnámsskúlaøkinum?

Svar
Til 1:
Mánaðarliga vildi tað í eyka lønarútreiðslum kostað umleið 200.000 kr., um allir námsfrøðingarnir í sertilboðunum á fólkaskúlaøkinum vóru settir í føstum starvi við setanarbroti á 1,0.

Her í apríl 2022 eru tað 25 námsfrøðingar í føstum starvi í teimum 9 sertilboðunum í fólkaskúlanum. Høvdu øll hesi í dag verið sett við setanarbroti á 1,0, so hevði tað havt við sær eina øking á 5,3 ársverk, sum svarar til ein eyka kostnað á umleið 2,5 mió. kr. árliga. Hetta er grundað á ein miðal kostnað á 475.000 kr. árliga fyri hvørt ársverk. Fer serøkið at vaksa komandi tíðina við øktum næmingatølum í sertilboðunum, so fer lønarútreiðslan við slíkari umlegging at verða enn hægri.

Til 2: Setanarviðurskiftini hjá ymsu starvsbólkunum hava verið ásett soleiðis síðan skipanin byrjaði. Tað verður ikki raðfest í løtuni at broyta verandi skipan viðvíkjandi áseting av setanarbroti hjá námsfrøðingum á fólkaskúlaøkinum.

Til 3: Tá serøkið varð umskipað við serflokkum í ávísum skúlum kring landið, varð gingið út frá, at ein setan á 0,85 hjá námsfrøðingum var tað, ið metast kundi vera rímiligt. Hetta grundað á, at skúladagurin í serflokkum er avmarkaður sambært kunngerð til at vera á leið frá kl. 8.00 – 13.00.

Skipanin við fastari fyrireikingartíð til hvønn undirvísingartíma, sum lærarar hava, er ikki galdandi fyri námsfrøðingar. Altso er ein munur á starvsliga innihaldinum hjá námsfrøðingum og hjá læraranum. Á serbreytunum á miðnámsskúlunum hava øll starvsfólk uttan mun til útbúgving somu starvstreytir og ábyrgd. Tað merkir, at námsfrøðingar á jøvnum føti við lærarar fyrireika og standa fyri undirvísingini. Í serbreytunum á miðnámsøkinum er tað leiðsla skúlans, sum ger av, hvussu nógv tíð skal til fyrireiking, uppfylging og annað, sum part av arbeiðstíðini.

Til 4: Landsstýrismaðurin hevur í løtuni ikki ætlanir um at raðfesta broyting viðvíkjandi starvsbroti hjá námsfrøðingunum á fólkaskúlaøkinum.

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo