Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tann 5/4 2019 vendi Astrup sær til Statsadvokatin fyri serligan fíggjarligan og internationalan kriminalitet, eisini kallað SØIK, tí hann frá einari anonymari keldu hevði fingið at vita, at Taks stjórin hevði fingið eftirgivið eina kautión í Eik Banka, har Taks stjórin, ella onkur familjulimur, hekk uppá eina kautión fyri felagið.

Henda trongstøða var m.a. av bankanum brúkt til at seta trýst á Taks í samband við viðgerðini av skattatapinum hjá bankanum.

SØIK leyp sum vera man upp við ein brest, tí talan var um eitt meld um sera álvarsaman kriminalitet – korrupsjón, avpresning og møguligar hóttanir í fíggjarheiminum, mótvegis einum persóni í hægstu almennu tænastu.

Kanningin hjá donsku løgregluni, sum sendi tveir mans til Føroya, vísti, at eitt felag sum nevndist Sp/f Rangu hevði í síni tíð tikið lán og keypt partabrøv fyri eginpeningin og lán.

Tvey lán vóru, eitt í Eik og eitt í Danmark. Danski lánveitarin hevði tikið hondpant í teimum partabrøvum sum vóru keypt fyri teirra lán, meðan eg ikki veit um Eik eisini hevði tikið pant í Eik partabrøvunum sum teirra lán varð brúkt til, men sum øllum kunnugt, so fall Eik partabrævið til null, so tann møguliga trygdin hevði einki virðið, tá saman um kom. 

Tá Eik bleiv yvirtikin helt virksemi hjá Rangu uppat.

Danski Bankin realiseraði sítt pant og fekk seg eftir øllum at døma dekkaðan, meðan Nýggi Eik banki við Astrup sum stjóra avsetti veitta lánið sum møguligt tap, uppá samlaða útistandandi lánið til Rangu.

Rangu varð síðani tvangsupployst eftir konkurslíknandi reglum.

Taks stjórin átti eingi partabrøv í felagnum, og var ongantíð við í leiðsluni í hesum felag.

Kanningin hjá politinum kom til ta niðurstøðu, at her var einki at koma eftir, ella sum teir siga ”kan de af JAH videreformidlede oplysninger ikke underbygges.”

Asrtup fær tann 30/4 2019 at vita ”og foreholdt de væsenligste resultater af undersøgelsen af selskabet Sp/f Rangu, og selskabets engagement hos Eik-Banki, herunder, at der i forhold til det af banken dokumenterede ikke eksisterede noget kautionsforhold eller sikkerhedsstillelse overfor 3. mand jf selskabets engagement hos banken."

Og víðari verður sagt: ”JAH blev foreholdt, at de oplysninger, som banken havde dokumenteret, stod i modstrid til de oplysninger som JAH havde modtaget fra den anonyme kilde, som var fremkommet med de belastende oplysninger til JAH. Foreholdt dette havde JAH ingen kommentarer ud over, at personen, som havde delt oplysningerne med ham, stadig af personlige årsager ønskede at forblive anonym.”

Hetta álopið gekk ikki, men Astrup gavst ikki so.

Í juli 2019 sendi hann skriv til ymsar stovnar, ráð og fólk um sama mál, men nú var tað ikki ein ”anonym kelda” sum hevði gjørt vart við seg, men nú var tað ”sum vitni i rættarsakini í Eik málinum” at hann var dottin yvir hetta tapið í bankanum, og støðuna hjá stjóranum í Taks, hóast stjórin í Taks ongastaðni framgongur av Eik banka rættarmálinum.

”anonym kelda” yvirfyri politinum, og ”sum vitni i rættarsakini í Eik málinum” yvirfyri almennum stovnum.

Sannleikin hjá Astrup kann liggja á einum lítlum stað.

Og nú í Sosialinum – einaferð afturat, og nú móti betri vitandi.

Tað er sostatt enn ein lygn, sum Astrup her serverar.

Uppá spurningin omanfyri um Astrup hevur fingið alzheimers, so er tað nokk ikki tað sum feilar, men meira muran.

Jógvan Páll Lassen
advokatur 
           

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo