Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í farnu viku svaraði løgmaður mínum fyrispurningi um tiltøk fyri at venda gongdini í fólkatalinum í Suðuroynni, og um nær ætlanin er at fara undir at gera tunnil til Suðuroynna.

Í svarinum er trupult at fáa eyga á ítøkiligar ætlanir fyri at styrkja Suðuroynna, og ein fær ta fatan, at landsstýrið væntar, at gongdin skal vendast av sær sjálvum.

Í undanfarnu samgongu settu vit fleiri ítøkilig stig í verk fyri at styrkja Suðuroynna, soleiðis at góða gongdin í landinum eisini fevndi um suðringar.

M.a. settu vit í verk serskipan fyri alivinnuna í Suðuroy, ið tryggjaði økt og støðugari virksemi í oynni, ítrottar- og eftirskúli var stovnaður og Námshjálparaútbúgvingin varð staðsett í oynni.

Tíverri helt fólkatalið í Suðuroynni fram at minka nakað, men hendan avbjóðingin er so mikið stór, at hon má loysast av okkum øllum – tvørtur um samgonguskeið.

Tí er tað sera hugstoytt at síggja, at landsstýrið at kalla ongar ítøkiligar ætlanir hevur fyri at styrkja Suðuroynna.

Ein hevur næstan hug at spyrja, um suðringarnir í samgonguni hava gloymt sítt bakland?

Spurningurin og svarið kann lesast - trýst her

Heðin Mortensen, Javnðarflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo