At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

At sleppa at stinga snápulin í landskassan hildu vit var eitt fyribrigdi sum var farið í Føroyum.

Men tað er ikki sørt, at tankarnir leita aftur tann vegin, tá tú lesir uppskotið hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um lóg um stuðul til privatar miðlafyritøkur.

Landsstýrikvinnan hevur klárað at gera vánaliga uppskotið hjá sínum undanmanni í Mentamálaráðnum, Bjørn Kallsø, uppaftur verri.

Bjørn ætlaði at býta stuðulspuljuna ímillum tíðindaredaktiónir, privat útvarpssendinet og blaðútbering.

Landsstýriskvinnan hevur barberað redaktiónirnar og sendinetini úr uppskotinum og givið stuðli til blaðútbering fremstu raðfesting.

Og tað má sigast at koma væl við hjá hennara gamla arbeiðsplássi, Sosialinum, sum leingi hevur júkað um studning til sítt virksemi. Hopleysa forrætningsmodellið hongur ikki saman og raksturin hevur givið hall omaná hall.

Miðlafelagið, sum er felagið aftanfyri Sosialin, hevur negativa eginogn sum ger, at felagið í veruleikanum livir av vælvild frá kravánarunum.

Men merkiliga lítið hevur verið at hoyrt til blaðstjóran í Vágsbotni, síðani hansara fólk komu framat í Tinganesi. Kanska er orsøkin bara, at tað er farið at ganga meira eftir vild nú.

Uppskotið er jú orðað soleiðis, at tað fer at dryppa væl meira á Sosialin enn á nakað annað blað, tí fleiri útgávudagar og størri haldaratal útloysir meira stuðul.

Ongi vikubløð ella onnur bløð koma uppá tal, og so als ikki netmiðlar, sum jú eru ein funnin fressur fyri Føroyar.

Og, erlig talt, ikki ber til at siga Rigmor Dam ringa fyri at royna at bøta sær og flokkinum um samvitskuna.

Tað var jú Javnaðarflokkurin sum í 2006 seldi Sosialin alt ov dýrt (10 mió kr sambært Wikipedia) til nøkur stakkals starvsfólk, sum ikki vistu hvat tey gjørdu.

Og man tað ikki vera ein høvuðsorsøkin til, at tað hevur gingið so nógv eftir reyv?

Í øllum førum ber til at staðfesta, at hesi árini síðani 2006 hevur samlaða undirskotið verið 3 mió kr ímeðan samlaðu útreiðslurnar av fígging hava verið 4,3 mió kr.

Hetta hóast risa fyrimunir, sum henda miðlafyritøkan longu hevur framum aðrar kappingarneytar, tí hon kann selja lýsingar á trimum platformum, blaði, útvarpi og netmiðli, nakað sum ongin annar kann bjóða.

At geva stuðul til blaðútbering fyrikemur okkum nakað sum at berjast ímóti vindmyllum.

Vildi landsstýriskvinnan gjørt føroyska skattgjaldaranum væl, so gav hon øllum føroyskum miðlum møguleika at koma framat á jøvnum føti, at søkt stuðul til verkætlanir, tað verið seg greinarøðir, útvarpssendingar ella sjónvarpssendingar á netinum, sum luku ávís kriterii um góðsku.

Men tað er jú ikki tað sum er endamálið.

Lógaruppskotið um miðlastuðul er her

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo