Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fólkaheilsuráðið: Sirið Stenberg fer í sambandi við Fólkaheilsuráðstevnuna 11. januar at handa eina Fólkaheilsuvirðisløn. Almenningurin fær við hesum høvi at skjóta upp tann, sum hildin verður at hava henda heiður uppibornan.

Endamálið við at lata Fólkaheilsuvirðislønina er at heiðra tann ella tey, sum hava gjørt nakað munagott innan heilsufremjan. Á henda hátt ber til at varpa ljós á tey mongu og ymsu, sum gera sjálvboðið arbeiði ella á annan hátt betra um umstøðurnar hjá fólki. Tey tilnevndu kunnu vera einstaklingar, feløg, arbeiðspláss, kommunur, granskarar o.s.fr.  Øll kunnu tilevna, hvør skal hava virðislønina. Ein dómsnevnd tekur støðu til, hvør fær heiðurin. Hvør fær ársins Fólkaheilsuvirðisløn verður avdúkað á Fólkaheilsuráðstevnuni 11. januar 2019.

Seinasta freist at lata uppskot inn er mikudagin 9. januar.

Oyðiblað til títt uppskot er her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo