Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg eri sera keddur um, at tú vegna Ráðið fyri ferðslutrygd alment tekur undir við, at vit, sum súkkla, ikki sleppa at brúka Eysturoyartunnilin.

Tað er nógv fyri, at tit hava hasa støðuna, og uppaftur verri, at tit enntá melda alment út, sum gjørt verður gjøgnum teg sum leiðara!

Ferðslutrygd er sanniliga eisini grundað á, at so nógv fólk sum møguligt súkkla heldur enn koyra bil.

Harumframt eru nógvir samfelagsligir fyrimunir av at súkkla - til dømis minni innflutningur, færri sjúkur og færri vanlukkur!!!

Óvikiliga grundprinsippið, eisini hjá Rff má vera, at friðarligar súkklur hava minst líka góðan rætt sum larmandi bilar.

Og eg havi einki talað um umhvørvisfyrimunirnar, ið snúgva seg um at bjarga sjálvum heiminum undan oyðilegging vegna dálking og útlát av veðurlagsgassi.

Ikki tær at siga, so kemur hetta gassið fyri ein stóran part frá bilum!

Nú havi eg so skrivað hesi orð, men í veruleikanum havi eg ikki orð fyri, hvussu ómetaliga vónbrotin eg og mong við mær eru av tí, sum tú ert siterað fyri í miðlunum.

At Ráðið fyri ferðslutrygd er blivið kølarafigurur hjá sonevndu bilismuni, ið øll vælmeinandi fólk á ferðslu- og umhvørvisøkinum royna at tálma, er so syrgiligt, at tað ikki sigist frá tí.

Gleðilig jól.

Høgni Mohr

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo