At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin strúkur í vindi, fyrst av suðri, seinni av vestri, ælaveður men eisini løtur við sól og hitin um 9 stig.

Týsdagin gul ella stívt andøvsgul ímillum útsynning og landsynning, samregn seinnapartin og hitin upp í 10 stig.

Mikudagin frískar hann aftur vindin upp í ein strúk av útsynningi, regn ella ælaveður og sami hiti, upp í 10 stig.

Hósdagin lot til frískt lot av landsynningi, turt fyri tað mesta og løtur við sól og hitin um 8 stig.

Fríggjadagin fyrst landsynningur, seinni sunnan, sól ein stóran part av degnum, tó eisini okkurt æli og hitin um 8-9 stig.

Næsta vikuskifti: Leygardagin mestsum stilli og turt men sunnudagin verður nógvur vindur av norði og kaldari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo