At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Føroyska alifyritøkan hevur vunnið eina SEAL Business Sustainability Award úr USA, sum á hvørjum ári heiðrar tey nýskapandi átøkini fyri burðardygd kring heimin, sum gera størsta munin. Viðurkenningin er fyri, at Hiddenfjord gavst við at flyta laksin út í heim við flogførum. SEAL stendur fyri Sustainability, Environmental Achievement and Leadership og er ein av týdningarmestu heiðurslønunum fyri burðardygd í USA.

Átakið hjá Hiddenfjord er eisini viðurkent av Business Brilliance Awards í Stóra Bretlandi, har Hiddenfjord vann í bólkinum Environmental & Corporate Sustainability.

Harumframt er stjórin í Hiddenfjord, Atli Gregersen, í uppskoti sum Business Leader of the Year til edie Sustainability Leaders Awards, sum er størsta virðisløn fyri burðardygd í Stóra Bretlandi. Business Leader of the Year heiðurslønin er grundað á arbeiðið hjá Hiddenfjord fyri burðardygd og djóravælferð seinastu trý áratíggjuni.

“Okkara fremsta virði er burðardygd, og okkara grundhugsan er, at tað virksemi, vit hava í dag, ikki skal leggja fót fyri framtíðarvirksemi. Vit vilja, at alivinnan gerst uppaftur burðardyggari, soleiðis at vinnan fær bestu umstøður at virka undir í dag og í framtíðini. Alt okkara virksemi skal vera innan fyri karmar, sum náttúran setur, og í samljóði við náttúruna,” sigur Atli Gregersen.

Ein av fleiri grundgevingum fyri, at Atli er í uppskoti sum Business Leader of the Year, er, at Hiddenfjord er fyrsta alifyritøkan í heiminum at ala stór smolt á landi, sum styttir tíðina, laksurin er í sjónum, og harvið minkar um vandan fyri, at laksurin fær lús. Ein onnur grundgeving er, at Hiddenfjord er fyrsta alifyritøkan í Evropa at seta í verk eina serliga tøkuskipan, kallað ‘stress-free harvesting’ á enskum, ið tryggjar, at laksurin verður so lítið strongdur sum gjørligt, meðan hann verður tikin. Hetta er við til at geva laksinum hjá Hiddenfjord víða gitnu góðskuna. Harumframt er Hiddenfjord fyrsti laksaalari í heiminum, sum er givin at flyta laks við flogfari. Úrslitið er, at CO2-útlátið fyri langvegis flutning er minkað heili 94%, sum svarar til umleið 40.000 tons av CO2-eindum um árið.

Hiddenfjord hevur saman við føroyskum myndugleikum áhaldandi arbeitt fyri strongum og skilagóðum reglum fyri aling í Føroyum. Skipanin av alivinnuni í Føroyum hevur í mong ár givið íblástur um allan heim.

Tey, ið vinna edie Sustainability Leaders Awards, verða funnin mikudagin 2. februar 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo