Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Sum nú er tykist Covid-19 at hava verið sum ein tíðaravmarkaður stoytur, heldur enn ein kreppa fyri føroyska búskapin, tað vil siga ein knapplig og ógvuslig lækking við eini skjótari tillaging. Hetta sæst millum annað aftur í hagtølunum fyri løntakaratalinum.

Higartil bendir á, at føroyski búskapurin er sloppin væl frá Covid-19 farsóttini. Hetta sæst aftur í løntakaratalinum, lønargjaldingunum og arbeiðsloysinum. Løntakaratalið lækkaði við nærum 6% í apríl 2020, men er síðani hækkað aftur og er talið nærum tað sama nú, sum beint undan Covid-19. Fyri lønargjaldingarnar er vøksturin fallin, men í krónum er meira útgoldið í 2020 samanborið við 2019 (ein vøkstur á 2%). Mynd 1 niðanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum, ið fyribils vaks eitt vet orsakað av Covid-19. Hóast arbeiðsloysið í løtuni er hægri, enn tað var áðrenn Covid-19 fór at gera um seg, er arbeiðsloysið enn lágt (1,3% í des. 2020).

Løntakaratalið lækkaði serliga innan raktu tænastuvinnurnar undir afturlatingini. Við árslok 2020 var løntakaratalið í gisti- og matstovuvinnuni á nærum sama støði, sum undan Covid-19. Hetta kemur ikki av, at virksemið í hesi vinnuni longu er komið upp á sama støði, sum áðrenn Covid-19 rakti, men tí fyritøkurnar í hesi vinnuni hava valt at varðveita síni starvsfólk, so klárt er at taka ímóti ferðafólki, tá latið verður upp. Í vinnugreinini flutningur er løntakaratalið enn ikki komið upp á sama støði, sum áðrenn Covid-19. Løntakarar í hesi vinnu eru millum annað flogskiparar, flogternur, bussførarar og hýruvognsførarar, og hetta kemur av at virksemið í ferðavinnuni enn ikki er komið fyri seg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo