At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fiskimannafelagið: Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag verður millum jól og nýggjár, týsdagin 29. desember klokkan 10 í fundarhølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag, Tjarnardeild 7 í Havn.

Landsfundurin í ár er sermerktur í nógvar mátar.

Í heyst gjørdu limirnar í uratkvøðu – brævatkvøðu – av, at tað fram eftir ikki skal vera neyðugt at landsfundaravgerðir um lógarbroytingar eisini skulu sendast til uratkvøðu hjá øllum limunum.
Hesin landsfundurin verður tískil hin fyrsti, sum hevur fulla heimild at samtykkja lógarbroytingar at fara í gildi beinanvegin.

Eisini verður landsfundurin hesaferð skipaður nakað øðrvísið enn undanfarin ár, tá lítið hóvasták hevur verið gjørt burturúr.

Sostatt verður ein gestarøðari á skránni á sjálvum landsfundinum. Tað er Høgni Hoydal, nýggi fiskimálaráðharrin, ið fer at greiða frá fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni, og høvi verður sjálvsagt eisini at seta honum spurningar.

Døgverðin verður í ár fluttur til seinnapartin eftir sjálvan landsfundin, og har fara tveir av okkara fremstu undirhaldarum, Hilmar Jan Hansen og Robert McBirnie ar vera borðstjórar.

Onki er at ivast í, at teir fara at syrgja fyri, at góði jólahýrurin hedur sær nakrar dagar afturat.

Siður hevur verið at halda landsfundin hjá Føroya Fiskimannafelag millum jól og nýggjár. Í fjør varð tó roynt at hava halda fundin beint fyri jól. Men síðani hava nógvir limir boðað frá ynski um, at fundurin aftur verður millum jól og nýggjár. Hetta hevur nevndin í felagnum tikið til eftirtektar og flutt fundin aftur har, hann plagdi at vera.

Formliga dagsskráin fyri sjálvan landsfundin er henda:
1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.
2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
3. Val av grannskoðara.
4. Ásetan av limagjaldi.
5. Uppskot frá stjórn og sóknum.
6. Annað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo