Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Hin kristna trúgvin er ein gleðiligur boðskapur um jarðarlívið og lívsins høga virði. Onkuntíð vórðu vit freistað at halda, at jarðarlívið einans er ein neyðug klombra til tess at náa tað fullkomna endamálið, ið er ævinleikin og ein himmalskur bústaður.

Í lívi hins kristna hevur tað æviga eyðvitað høga raðfesting. Himmalin er ein vælsignaður staður, og skriftin lýsir Guðs bústaðir frágera vakrar. Vakurleikin skyggir í reinum gulli, og hvørt tár verður turkað av kinnum teirra, ið eru nívd av sorg og trega.

Upp ígjøgnum tíðirnar hevur kristnin í tíðarskeiðum valt burturav at dvølja við framtíðina og lata nútíðina og jørðina fjara burtur úr tilvitan og hugsan. Hesi tíðarskeið varpaði ævinleikin onkursvegna skuggar á jørðina.

Tað kendist mikið lættari at rætta seg ímóti ævinleikanum heldur enn at taka tær avbjóðingar, ið jørðin við sínum gerandisdegi fevndi. Kend er ábreiðslan, at kristnin ikki í nóg stóran mun tók kor fólksins í álvara. Sagt verður, at vit flýggja frá veruleikanum og rætta hendurnar móti einum betri staði, ið flýtur í mjólk og hunangi. Ístaðin átti vit við himmalinum í eygsjón at hjálpt næsta okkara í eini svárari støðu t.d. í sorg, sjúku, svongd og kulda.

Himmalin skal als ikki undirmetast. Hin kristna vónin um Guðs ríki og ævigar bústaðir er ein veruleiki, ið stimbrar til gott verk at inna.

Um kristnin einans er upptikin av jørðini, verða vit drenað fyri alla orku, og gleðin kann lættliga verða hótt ella køvd. Tað æviga gagnar altíð jørðini, um tað æviga er ankrað í Guðs orði og hevur Jesus sum fyrimynd.

Guð valdi at gagna jørðini, hóast menniskjan vrakaði leistin, ið frá upphavi varð lagdur í skapan heimsins og manna. Guð valdi jørðina, tá ið hann í syninum Jesusi kemur til jarðar. Jesus frásegði sær himinsins tign sum eina stilla vøku í frástøðu. Hann valdi likamliga hjáveru í tímiligum umstøðum í jarðligum umhvørvi.

Jørðin er tað virkisøkið, har hin kristna trúgvin, ið er rótfest í vónini um tað himmalska landi, skal gagna menniskjum í vón og kærleika. Jørðin er kall hins kristna, at vit við Guðs anda og Jesu kraft eru menniskjum til signingar og gleði. Jørðin er tann akur, ið vit skulu velta, dýrka og røkta fyri himins Harra.

Tað ræður um at røkja jørðina væl og við góðum verki leiða menniskju til trúgv á Jesus. Kristnin skal taka jarðarlívið í álvara, sjálvt um vit eru bangin at dálka hendurnar, tí vit meta, at støðan er syndarlig. Vit skulu vera hjástødd í lívsins meldri og umboða Jesus í anda, orði og verki.

Guð valdi jørðina, tá ið hann gav heiminum son sín hin einborna. Orðið, t.e. Jesus, varð hold og tók búgv okkara millum. Samtíðarfólk hansara sóu ta dýrd, ið einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika.

Vit, sum í trúnni á Jesus hava sæð Guðs dýrd, eiga at vísa menniskjum til náði Guðs í Jesusi Kristi. Vísa menniskjum til frelsaran, ið er vegurin, sannleikin og lívið.

Tað fellir rímiliga lætt at skriva eina andakt. Avbjóðingin við skriviborðið og telduna kennist væl lættari enn tað veruliga lívið, tá ið trúgvin skal standa sína roynd í gerandisdegnum.

Síggja menniskju Guðs dýrd í orðum, vitnisburði og lívsførslu? Ella síggja tey ein mann, ið heldur seg vera betri enn onnur og er rættvísur í síni egnu áskoðan?

Sær heimurin, at vit kristnu hava valt jørðina sum virkisøki til tess at gera Guð stóran í hjørtum manna á eyðmjúkum støðum millum teirra, ið hava eitt lágt sjálvvirði vegna synd, føll og mistøk?

Á kyndilsmessu eru tríati ár gingin, síðan tikið varð við kallinum sum sóknarprestur Eystan Múla. Eitt ríkt lív, ein avbjóðing og mong mistøk.

Ættarbandið við prestarnar í tí gamla sáttmálanum er sjónligt. Skrivað stendur, at lógin innsetir til høvuðsprestar menn, sum hava brek. Fullkomileikin, reinleikin og lyndið er dálkað, hóast vit verða klødd og klæða hvør annan í skart og skrúð.

Tað er høga kall alra kristnu, at vit leidd av anda Guðs skulu gagna jørðini, so tey, ið eru nívd í samvitsku, sál og sinni fáa dirvi at koma til Jesus og søkja ásjón hansara. 

Tað er ein rík løta, um okkum eydnast at vera teimum til signingar, ið kenna seg miseydnað, syndarlig og sett til síðis. Vit mega vísa til høvuðsprestin Jesus, ið er heilagur, sakleysur, reinur og uttan synd. Hann, ið valdi jørðina sum virkisøki til tess, at vit loksins kunnu náa himmalin og ævigar bústaðir.
Jesus ynskir at hava við okkum at gera, ið gjørdu mistøk og fóru skeiv av málinum og vegnum. Amen.

Orðið: “Tí kann hann (Jesus) eisini fullkomuliga frelsa tey, sum við honum koma til Guðs, við tað at hann altíð livir til at ganga í forbøn fyri teimum.” (Hebrearabrævið 7,25).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo