Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Við evninum: Hin roynda trúgvin, skal her vera nomið við spurningin, um ivi og andfektilsir eru í andsøgn við trúgv. Kanska sigur tú: mín trúgv er rimmarføst, tí havi eg ongar trupulleikar av slíkum. Um so er, tá eigur tú ikki at spilla tíðina at lesa hetta. Men nøkur menniskju kenna til, at harðar bylgjurnar kunnu ganga á lívsfarið, og eru tað júst hesi, sum vera kastað inni í tað, sum eitur iva og andfektilsi í trúarlívinum.

Ikki so sjáldan stendur tú spyrjandi yvir nøkur medtrúgvandi, sum altíð eru so vís í síni trúgv. Má viðganga, at eg eri ikki vísur í øllum tí, sum hendir í lívi mínum. Havi løtur tá ið ivi og andfektislir herja á. “Tað er tí tú ikki ert nóg trúgvandi” segði ein kona við meg einaferð, tá ið eg viðgekk mín iva, “eg tosi við Guð hvønn dag” segði hon. “Ja, eg tosi eisini við Guð hvønn dag”, svaraði eg, “men eri ikki altíð vísur í, at hann lurtar eftir mær - ella, um nakað innihald er í tí, eg sigi við hann. Og hvat er annars tað, at vera nóg trúgvandi?” spurdi eg. “Jú, tað er, at tú onga løtu má ivast”, svaraði hon.

Ja, júst tað er tann stóri trupulleikin.

Onkrar dagar tykist Guð vera so fjart so fjart, at hann nærum ikki er til. Aðrar dagar tykist hann vera so nær, at vit næstan kunnu nema við hann. Onkrar morgnar vera vit fylt av friði og gleði av at lesa orð hansara. Aðrar dagar er bønin máttleys og bara eitt ritual. Tað eru eisini tíðir, mugu vit viðganga, at vit ikki eru vís í, um syndir okkara eru fyrigivnar, hóast orðið sigur tað greitt, ja, enntá eru løtur, tá ið menniskju ivast í síni egnu sælu, og mugu arbeiða uppá hana við ótta og bivan.

Persónliga hugsi eg, at vit sum kristin, og serstakliga okkara unga fólk, verða yvirmettað við talum um trúgv og trúarsigrar, meðan innlitið í iva og anfektilsir er sera veikt. Vitnisburðar? Ja, teir mugu altíð vera um, at eg var við yvirlutan, hvussu eg vann á hesum og hasum, hvussu eg hvønn dag havi trúarsigrar, hvussu Kristus, apropos, vann á øllum freistingum, osf. Soleiðis mugu vitnisburðar vera, annars eru teir ikki sannir vitnisburðar, verður sagt.

Hvat um kirkjan brúkti meira tíð at undirvísa í tílíkum evnum? At talur og tiltøk altíð skulu vera stuttlig og fylt av skemtisøgum, ger trúarlívið sera grunt. Sagt verður, at til tess at varðveita tey ungu, mugu tey fáa tað, tey vilja hoyra. Men tað varðveitir tú hvørki ung ella eldri við. Ístaðin fyri bara at geva eini menniskju tað, ið hon vil hoyra, átti heldur verið givið henni tað, ið henni tørvar at hoyra. Hitt fyrra er løtuvinningur, tað ferst sum sápublørur, og tað kemur at geva bakslag seinni í lívinum. Tað, ið mær tørvar at hoyra, er ikki altíð tað, ið mær dámar at hoyra.

Tí veit eg væl, at hetta er einki stuttligt evni, men tað ger tað ikki minnið neyðugt at taka fram. Ein sannroynd er, at mong kristin hava tað akkurát soleiðis, so mikið av royndum hevur ein havt við menniskjum gjøgnum árini. Men tey vága ikki at játta tað, tey eru bangin fyri dóminum frá medkristnum, at verða vrakaði sum trúgvandi, tí nøkur sita altíð tilreiðar við røttu loysnini hvussu vit skulu vera. Men vit eiga vera sonn, kanska tað eisini kann geva einum øðrum dirvið at stíða fram og spyrja: Kann ein sum talar og prædika koma út í roynslur, so kann eg eisini. Og hví tá ikki vera sannur móti hesum menniskjum?

Vit peika ofta eftir lærusveininum Tummasi, tá ið vit tosa um iva: “Ver ikki sum Tummas!” Men eg haldi at ivi er ein gagnligur, uppfrískandi partur av trúnni. Tann prísur vit mugu gjalda fyri at frásiga ivan, er stillstøða í okkara leitan eftir at læra Jesus betri at kenna. Andaligi vøksturin steðgar upp. Vit ivast ikki, og tí seta vit ongar spurningar. Vit spyrja ikki, og tí finna vit ongar loysnir í okkara andaliga stríði.

Fyri mær at síggja gjørdi Tummas tað mest menniskjaliga í verðini, tá ið hann kravdi síggja hendurnar og síðuna á Jesusi. Vit vita, at deyðin er tað seinasta, tað síggja vit hvønn dag. At standa andlit til andlits við ein mann, sum hevði bløtt út á einum krossi fyri trimum døgum síðani, var heilt einfalt ikki til at góðtaka. Tað var ikki tí at Tummas ikki vildi trúgva, at hann setti hetta krav. Tvørturímóti var tað tí hann vildi trúgva, og tí setti hann krøv. Annars er tað spurninginum frá Tummasi vit hava at takka, at Jesus hevur sagt: Eg eri vegurin, sannleiki og lívið. Hevði Tummas ikki havt sett Jesusi henda spurning, høvdu vit ikki havt hetta, kenda og nógv brúkta versið við í Halgubók.

At sýta fyri ivanum, tá ið vit veruliga ivast, er ikki bara ósatt og óheppi, men skaðiligt. Ta er ein rangmynd av tí veruleika, ein livir í. Tað er sum ein krabbameinssjúklingur pástendur: Eg havi ikki kreft, hóast læknin hevur stilla diagnosuna. Tað forðar tær í at náa til størri innlit í kristinlívið. Lat bara onkran fáa at vita um tín iva, onkran, tú hevur álit á, og sum livir soleiðis, at tú sær upp til viðkomandi. Legg hesa byrði av tær har, hvørja ferð hon verður løgd á teg. Fyri tað næsta: Drála ikki við at siga hetta fyri himmalska faðiri tínum. Hann tekur ímóti menniskjum, sum opin og reiðilig játta sín iva. At sýta fyri ivanum, kann lættliga føra til hyklarí.

Á einum sjónvarpsmøti segði ein unglingi: “Eg eri altíð glaður! Ein kristin má altíð vera glaður, annars er nakað galið!”. Sum ung og glað kristin, siga vit ofta nakað, sum vit ikki hava hugsað ígjøgnum, tí skulu vit ikki fora einum ungum at kenna tað kristnu gleðina. Men eg hugsaði, ja, ungi maður, hvussu tá ið tú ein dag kemur í illveður og andróður á lívsins havi? Eg eri altíð glaður! Er tað í heilatikið satt og rætt at vit eru tað? Vit hava bæði glaðar løtur og svárar løtur. At tvinga eitt menniskja, sum er sorgarbundið og hevur mótburð, við at siga: Tað er nakað galið við tær! Tú skalt vera glað! Tað er líka skeivt, sum at taka gleðina frá einum, ið er glaður, og gera hann keddan. Tú kanst ikki siga við ein, sum hevur ilt: Gevst at hava ilt. Sum við eini sjúku má viðgerð til, ofta má farast gjøgnum eina langa proses.

Í einum jólasálmi syngja vit: Gleðin hon er fødd í dag. Men gleðin jólanátt var fødd í størsta vesældómi. Gleðin verður altíð fødd gjøgnum neyð. ”Ongatíð kendi eg gleðina størri enn ta náttina, eg sat eftir við soni mínum á knøunum, sum eg hevði bjarga eftir at hús og alt eg átti, var skolað burtur í stórum áarføri.” Soleiðis sigur ein maður í Bangladech frá. ”Tað merkti kortini ikki, at eg ikki græt.”

Tá ið vit ráðgeva, hví munnu vit so ofta siga við menniskju: Royn nú og kom yvir tað!? Hví royna at koma yvir tað? Hví ikki heldur: Bið Guð hjálpa tær at koma ígjøgnum tað!? Í veruleikanum kemur eitt menniskja ongantíð yvir trupulleikar, sorg og sakn, men tað kann koma ígjøgnum hetta. Og tað er rætti vegurin, at fara ígjøgnum tað trupla, tí vit megna ikki at koma upp um tað. Og tað er heldur ikki besta loysnin, hvørki at koma upp um ella uttan um, men ígjøgnum. Og at biðja eitt menniskja hyggja frameftir, tí handan skýggini er luftin altíð blá, gevur onga meining, tað er ein máti at sleppa av við viðkomandi.

Tí er sera umráðandi hvussu vit møta menniskjum, sum ivast og vera andfektaði. At seta teimum krøv, er sera vandamikið og óvíst. Hetta: Tú má biðja meira, tú má trúgva meira, tú má fylla teg meira, osf. slík órýmilig krøv kunnu føra til, at tey standa ráðavill, og so venda tey sær bara frá øllum, sum eitur kristindómur. Tey megna ikki - tey orka ikki, at uppfylla krøvini.

Paulus áminnir um at taka okkum av hvørjum øðrum. Kristin menniskju kunnu ikki gera við, at tey ganga seg inn í dimmar dalar, ella at tað brádliga køvir av. Tey rósa sær ikki av ivanum, men berjast fyri at vinna á honum. Er tað nakað, sum ein ivandi kristin ger, so er tað, at bøna og biðja Guð um hjálp og styrkið í trúnni.

Tey stóru í skriftini og søguni kendu til iva og anfektilsir, tey stóru, sum vit í okkara tíð virða so høgt. Bæði í GT, NT og kirkjusøguni møta vit menniskjum við hørðum roynslum á hesum øki. Korah synir, Dávid, Job, Jeramia, Jóhannes Doyparin, Paulus, Luther, Scriver, Lina Sandell, Rosenius - bara fyri at nevna nøkur av mongum.. Luther enntá ávara móti teimum, sum ikki kenna til iva og anfektilsi í trúarlívinum. ”Teir siga at teir vóru ryktir burtur líka inn í triðja himmal - teir siga frá undurfullum lutum” Soleiðis skrivar Melanchton til Luther tá hesin sat friðleysur i Wartburg. Hin gamli Melanchton var upphissaður, men samstundir í óvissu, tí skrivar hann til Luther. Hvat var hent? Jú, tríggir menn vóru komnir úr Wittenberg við einum løgnum boðskapi. Teir vóru róptir “profetar” og høvdu fingið allar sínar erfaringar bara við opinberingum. Nú snúgi tað seg um, at øll góvu seg yvir til andans fríu leiðslu.

Hvat svar gav Luther sínum ráðaleysa vinmanni Melanchton? Jú, hann segði: “Stutt sagt, eg eri fullkomuliga ímóti, at vit trúgva teimum, tá ið teir koma og vissa um, at teir eru kallaðir bara við opinberingum. Vita hvussu hesin andi persónliga ger vart við seg í teimum. Spyr í tí sambandi hvørjar royndir teir hava í andaligum iva og andfektilsum, um teir hava havt guðdómiligar verkir og andføll av ótta fyri deyða og helviti. Tí um tú hoyrir at alt gongur sum smurt, skal tú ikki trúgva teimum. Ikki um teir so siga seg hava verið riptir upp í triðja himmal”. Her fekk Melanchton nakað at hugsa um.

Evangeliskur kristindómur kenst av teirri trúgv, ið ivast. Tann kristindómur, ið ikki verður anfektaður, er ikki evangeliskur, sigur Luther. Tí sigur C. Scriver eisini: “Tá ið Guð vil geva børnum sínum vísdóm og andaligar royndir, leiðir hann tey ikki bara í krossins skúla, men í andfiktilsins háskúla. Í “Sjæleskatte” av Scriver, hava túsundtals trúgvandi menniskju funnið vegleiðing og ugga í iva og roynslum. Og hvussu við Rosenius, sum sigst vera evangeliskari enn evangelini? Hann sigur bart út: “Tann trúgv, sum ikki ivast, er rong”.”Um tað ikki er pláss fyri iva, er ikki pláss fyri mær” segði trúgvandi rithøvundurin Philip Yancey ”Eg fari at ivast tá ið eg hoyri um trúgvandi menniskju, sum ongantíð ivast!”, segði ein gamal trúboðari einaferð.

Tey andfektilsis álop, sum kunnu herja á okkum við øllum møguligum spurningum, kunnu føra okkum djúpari inn til Jesus.

Vit skina bara í pørtum og sígga bara veikt gjøgnum spegil. Ivi hins kristna er ikki vantrúgv, hann er ein brennandi tráan eftir trúgv - trúgv - trúgv.

Sálin verður reinsa og smelta gjøgnum roynslur, iva og anfektilsir, soleiðis at einki verður eftir uttan eitt inniligt suff: Eg eri einki uttan teg, Harri! Tú er alt.

Bíblian brúkar ymiskar myndir fyri at vísa okkum hesa síðuna av trúarlívinum: Gullið, sum smelta verður í eldi fyri at verða reinsa. Træið, sum hin himmalski urtagarðsmaðurin brúkar knívin at skera og reinsa greinarnar við. Leirið, sum í pottamakarans hondum verður gjørt umaftur og umaftur osf. Burtur úr hesum skapar Guð nakað gott og heilt og reint.

Skipið veiðir ikki á deyðavatni, men í streymasjógvi. Í stillstøða er deyði, í streyminum er lívið. Hvat um okkara stóru og dýru fiskifør løgdu seg at trolað á Borðoyarvík ella í Sundalagnum, tað hevði ikki bara verið láturligt, men tað reina fallitt fyri reiðaríið. Tey mugu út á streymasjógv, ja, sigla langa leið, har bæði logn og ódnarstormar herja, tí har er fongurin at fáa.

Ein, sum ongantíð er inni í iva og anfektilsum, kennir heldur einki til nýggja trúargleði, til at gera andalig framstig, tí har hendir eingin broyting, soleiðis, at hann kann gleðast um nakað nýtt. Hann stendur í stað. Hann hevur einki at hava gleðina í, ella at seta hana upp ímóti. Í grundini er tað vandafult um ein slíkur luttekur í sálarrøkt, tí hann hevur ongar lívsroyndir. Hvat svarð vildi hann givið hini ungu ”Katrinu”, sum elskaði at tala og syngja um Jesus, men sum brádliga gekk seg inn í anfektilsins myrka dal, í eina djúpa sinnistyngt, har hon í myrkrinum skrivar hesar reglur til Guð: ”Guð, hvar ert tú? Hvat er tað, tú vil mær? Guð, hjálp mær, tendrað mær eitt ljós?” Hann hevur eingi ráð at geva henni við sínum holdningi, hann hevur ongan boðskap at bera, hann málar hvítan mann á hvítt pappír.

Vinmaður mín, Jóhan Weihe prestur, segði einaferð: ”Eitt menniskja, sum ongantíð hevur havt sorg og roynslur í lívinum, hevur heldur ongantíð kent sanna gleði.” Ongantíð eri eg glaðari og sterkari í trúnnið, enn eftir eina svára tíð gjøgnum iva og anfektilsir.

Paulus skrivar: ivafullir, men tó ikki ráðaleysir. Tað er stórur munur á hesum. Guðsbarnið søkir sær ráð hjá Guði í ivanum.

Tá ið ein trúgvandi ivast, kann tað ikki samanbarast við granskara, sum setur spurnartekin við Jesus og Guðs orð annars, og sum sáar iva um orðið og við orðinum. Hesin vil ivast. Fyri honum ræður um, at fáa sett so mong spurnartekin við og um Guð og skaparverkið sum gjørligt, at fáa menniskju at ivast um Guð og Jesus. Tað er júst øvugt við hinum ivandi kristna, hann vil ikki ivast, men stríðist fyri at koma burtur úr honum. Ivin er ein pína, hann vil sleppa av við.

Hjá kristnum er tilveran bæði ljós og myrk, eisini av og á svørt. Andfektilsi eru ein partur av trúarlívinum, líkasum sorgin er ein partur, sjúka er ein partur, líðing er ein partur, mótstøðumenn ein partur. Meðan gleðin er ein partur, friðurin er ein partur, vinirnir eru ein partur, trúarvissa ein partur.

Mitt í iva og anfektilsum, leita hini stóru í skriftini og søguni kortini eftir Guði, og seta álit sítt á hansara miskunn og frelsu. Lesið hvussu tey, eitt nú í sálmunum í GT - ja, í sama sálmi, meðan tey eru nývd av svárasta iva og anfektilsum - prísa Guðs góðsku - Ta er trúgv, hóast alt tað svára. Vit lesa altíð 23 sálm, hví ikki eisini 22 sálm? Tað var tann sálmin, apropos, Jesus endurgav, tá ið hann doyði.

So spyrja vit her til endans: Hvat vil Guð mær við hesum? Kanska ein dag her í lívinum, kanska ikki fyrr enn heima í himlinum, fær tú svarið, fær tú at síggja hvat hann vildi tær, men so takkar tú honum fyri tað. Ein maður sigur frá, at hann sum ungur, bæði nátt og dag, bað og bønaði Guð at geva sær nakað ávís, men har var tøgn. Mong ár seinni segði hann soleiðis: Sum eg eri Guði takksamur, at hann ikki gav mær tað, ið eg bað hann um. Í dag síggi eg, at hetta hevði verið mær ein stórur trupulleiki í lívinum og til miklan trega.

Hugsa sær, um vit fingu alt, sum vit bóðu um. Hugsa sær um eitt barn fekk alt, sum tað bað um. Hugsa sær um eitt Guðs barn fekk alt, sum tað bað um. Tað hevði verið vanlukkuligt, tí tá mistu vit vist tað einasta, vit hava fyri neyðini, at vera avhengi av Guði í lívi og deyða. Tað stendur í Bíbliuni, at vit duga ikki at biðja, vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, soleiðis, sum tað eigur at verða gjørt. (Rom. 8, 26) Gott, at ein annar ger tað fyri okkum, og gott at hann, alvísi og algóði faðir okkara, sorterar og gevur okkum tað, sum tænir til sælu og ævigt lív. Hann veit tað, vit vita tað ikki. Guð gevur ikki børnum sínum alt tað, tey ynskti sær, heldur gevur hann teimum alt, ið teimum er tørv á.

Hon fekk trúgv sína roynda. Minnist at eg gav mær far um nøkur menniskju, tá ið eg hoyrdi tey tosa um hana: Hon misti, heilt frá barnaárum og inntil ellisár, nærum alt hon átti, og tey flestu á syrgiligasta hátt. Ófatiligt, at lagnan kann laga seg soleiðis hjá eini menniskju. Tá ið minnini komu fram fyri hana og ivi og andfektislir leikaðu í, leitaði hon, so leingi hon orkaði, einsamøll inn í kirkjuna. Hvat hon gjørdi har veit eingin. Eingin í bygdini fregnaðist, eingin órógvaði hana. Um hana varð sagt at hon kravdi onga frágreiðing frá Guði um HVÌ, men í lívinum kláraði hon ikki bara lívsins kristna barnaskúla, men hon stóð allar royndir á Guðs universiteti. Hon gjørdi ivaleyst tað sama sum ein eldri klokkari svaraði einum presti, tá ið hesin spurdi um hann altíð var glaður og uttan roynslur og iva? ”Á nei, prestur, alt hatta taki eg við innar í loynikamarið, og so havi eg hjálpina við mær út aftur haðani.

John S. Myllhamar

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo