Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Einaferð stovnaði ein kollfirðingur ein politiskan flokk, ið nevndist ”Hin stuttligi flokkurin”.

Flokkurin fekk ikki umboðan á løgtingi, men stuttligur var hann.

Og tað er sunt at flenna – eisini í politikki.

Vit hava nú ein føroyskan banka sum í roynd og veru er ein ”stuttligur banki” hóast hann kallast Landsbankin.

Hví bankin skal kallast banki er ógreitt. Bankin hevur onga veruliga bankafunksjón. Navnið er sostatt villleiðandi.

Eitt er at bankin onga bankafunksjón hevur, men spurningurin er um bankin yvirhøvur hevur nakra reella funksjón uttan tað, at hann verður fíggjaður av ogn føroya fólks.

Men øll vilja prógva sítt virði og rætt at eksistera.

Tað ger ”hin stuttliga bankin” eisini.

Av og á sendur hann út tíðindaskriv fyri at minna almenningin á, at mann er til og hevur eina ”fiktiva” funksjón.

Í ymsum tíðindaskrivum roynur funksjónsleysi bankin at traðka í karakter, men innihaldið er soltið.

Eygleiðingar og metingar, sum bankin borðreiðir við, minnir mest um stílar, sum miðalnæmingar í fólkaskúlanum skriva.

Skrivligu avrikini tykjast eisini politiskt litað.

Onkur av hesum tíðindaskrivum hava havt stórar faktuellar villur, sum geva eina ábending um, hvar fakliga støðið í funksjónsleysa bankanum liggur.

Í vikuni kom eitt nýtt skriv frá ”stuttliga” bankanum.

Hesaferð um fíggjarligt støðufesti og ein støðumeting í føroyska bankageiranum.

Skrivið er fult av mótsøgnum, hóast talan bert er um viðgerð av yvirskipaðum tølum.

Í tíðindaskrivinum er avgjørt eingin djúp viðgerð ið ber boð um serligar fakligar førleikar á bankaøkinum.

Í føroyska fíggjarheiminum munnu tey óivað smílast at tíðindaskrivinum.

Ikki óvæntað ger ÚF nógv burturúr ”stuttliga” tíðindaskrivinum.

Mikrofonhaldarar í ÚF hava uppaftur minni førleikar at meta um góðskuna á tíðindaskrivinum enn tey ið skrivað hava.

Tískil fær tíðindaskrivið frá ”stuttliga bankanum” somu tign í ÚF, sum var talan um ”credit ratings” frá Moody´s.

Tað fær næstan ikki verið stuttligari.

Veruleikin er tann, at føroyski fíggjarheimurin er undir donskum eftirliti og harvið kunnu føroyskir spararar eisini njóta gott av ”indskydergarantifonden”.

Finanstilsynet er veruligi eftirlitsmyndugleikin hjá føroyskum pengastovnum og eftirlitið í Keypmannahavn hevur bæði orku og førleikar til uppgávuna.

Føroyski innlánskundin kann sova uppaftur tyggari, nú eisini ”stuttligi bankin” hevur eitt vakið eygað við okkara bankum. 

Okkara lokala bankaeftirlit roynur seg sum húskallur hjá danska fíggjareftirlitinum.

Danska fíggjareftirlitið mann neyvan halda seg hava brúk fyri teimum serligu ”førleikum” sum okkara ”stuttligi banki” kann bjóða.

Tað er einki sum bendir á, at nakar á lønarlistanum hjá ”stuttliga bakanum” hevur veruligar førleikar á bankaøkinum.

Í ”stuttliga” tíðindaskrivinum, sum júst er komið, sigur funksjónsleysi bankin, at útlánini í føroyska bankaheiminum vaksa ov skjótt.

Ella sagt við egnu hjálparleysu orðum Landsbankans: "Útlánsvøksturin vindur upp á seg".

Samstundis staðfestir tíðindaskrivið at innlánini vaksa uppaftur skjótari.

Hvussu hetta problemið skal loysast hevur ”stuttligi bankin” einki boð uppá.

Tað er altíð lættari at vísa á trupulleikan enn at koma við loysnum.

Trupulleikan við øktum út- og innlánum kundi mann lættliga loyst við at koyrt allar teir føroysku bankarnar í sjálvbodna likvidasjón.

So kundu føroyingar bara fingið sær kontur í donskum bankum.

Tað hevði eisini verið ómaksleyst, tí tey flestu hava jú frammanundan NEM-id.

So sluppu vit eisini undan einum ”stuttligum” føroyskum fíggjareftirliti.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo