Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ongantíð áður hevur tað verið so heitt í mai sum nú, frættist frá fleiri sponskum landspørtum. Tilsamans 10 av 17 landspørtum boða frá methøgum hita, eitt nú í Andalusia har suðri og Extremadura í útsynningspartinum av landinum, eins og høvuðsstaðnum Madrid og Castilla La Mancha mitt í landinum og Aragon í landnyrðingspartinum av landinum. 

Boðað er frá heilt upp í 40 hitastigum um dagin og 25 um náttina, og tað hevur ongantíð áður verið so tíðliga á sumrinum.

Myndugleikarnir hava heitt á fólk um at drekka nógv vatn, og annars royna at binda frið mitt á degnum, tá hitin er mestur.

Veðurfyribrigdið kemst av at heitir vindar blæsa inn yvir Spania frá Afrika. Miðalhitin nú er eini 15 stig meira enn eitt vanligt ár, skrivar BBC.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo