At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna: Kommunurnar í Vágum hava gjørt avtalu við Sjúkraflutningstænastuna um, at kommunurnar rinda fyri at halda bilarnar heitar, tá teir standa stillir.

Fólkið, sum koyrir sjúkrabilarnar, hevur tilkallivakt frá kl. 16.00 seinrapartin til kl. 8.00 á morgni. Hesa tíðina standa sjúkrabilarnir heima hjá teimum, sum hava vakt, so teir kunna vera skjótir á staðið, tá brúk er fyri tí.

Meðan bilarnir standa heima, verða teir hitaðir við el. Tað er hesa elnýtslu, sum kommunurnar rinda fyri.

Kommunurnar hava valt at átaka sær hesa útreiðslu fyri at betra um tænastuna til borgararnar í Vágum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo