Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú her fyri var uppskot til samtyktar í Løgtinginum um, at leggja grundleggjandi avgerðina um loftrúmsradara fyri Løgtingið til avgerðar.

Uppskotið átti flokkarnir; Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn.

Uppskotið hevði til endamáls, at grundleggjandi spurningurin um at seta upp útgerð sum loftrúmsradara í Føroyum, skal avgerast við demokratiskari avgerð í Løgtinginum.

Talan var onkantíð um at viðgera nakrar trúnaðarupplýsingar ella smálutir í ítøkiliga málinum, men at fáa til vega ta grundleggjandi demokratisku heimildina fyri, at føroyskir myndugleikar kunnu gera slíkar avtalur.

Sum øllum kunnugt, so fall uppskotið í Løgtinginum,

Tað sum hevur verið brúkt sum undanførslu, fyri ikki at taka undir uppskotinum, er at heimastýrislógin ásetur, at: “(...) Ríkisvaldið hevur avgerðarrættin í spurningum, sum viðvíkja ríksins viðurskiftum við útheimin”.

Spurningurin um ein ávís gerð/gerningur er lógligur (legitim) vísir til tørvin at broyta lóggávuna, um so er at lóggávan (tann faktiska lóggávan) ikki longur fylgir við ta áskoðan og atburð, sum verður góðtikið av fólkinum og samfelagnum.

Taka vit stutt samanum føroyska stjórnarsøgu, so hava vit mangan brotið við eldri skipan. Tá Sigmundur Brestisson kemur við uppskotið um, at føroyingar skulu taka við kristnari trúgv, var hetta klárt í stríði við galdandi skipan viðvíkjandi ásatrúnni. Hetta sama var galdandi, tá ið tingið, helst við ringum tannabiti, samtykti at virða norska kongin.

Tá ið kongur seinni tekur sær einaveldi, og noyðir fólk at svørja sær trygdareið, var hetta eisini ólógligt sambært galdandi skipan.

Einaveldiskongurin setti í gildi Kongalógina sum grundlóg (Fríðrikur 3., undirskrivaði lógina, men Christian 5., kunngjørdi lógina tá hann tók sæti sum kongur). Kongalógin segði seg skula galda í allar ævir.

Júst av hesi orsøk skuldu bæði norska og danska grundlógin verið vístar burtur sum ólógligar og stríðandi móti Kongalógini. Tó er bæði danska og norska grundlógin samtyktar, og verður tað ofta víst á, um eitthvørt stríðir ímóti grundlógini.

Heimastýrislógin er eisini í nógvar mátar eitt lógarbrot. Danska grundlógin ásetur, at kongur hevur vald at skriva út val, staðfesta lógir og velja landsins stjórn. Hon sigur, at danska ríkistingið hevur vald at samtykkja lógir, áleggja skatt og játta pengar. Men hóast alt hetta, so hevur heimastýrislógin lagt, ið fyrst bleiv samtykt í Føroyum og síðani samtykt í Danmark, allar hesar heimildir til føroyskar myndugleikar.

Ì hesum samanhangi skal viðmerkjast, at orðið “kongur” í donsku grundlógini, sambært donskum stjórnarrætti, verður tulkað ávikavist sum “forsætisráðharrin” og “stjórnin” alt eftir hvat samteksturin er, fyri at samanhangurin í grundlógini frá 1953 passar til tann politiska veruleika ár 2022.

Tískil er tað mest nátúrliga, og tað mest legitima, at Føroya fólk fær høvi at siga sína meining um øll týðandi viðurskifti viðvíkjandi Føroyum, tí hjá Føroya fólki býr alt vald.

Við framburðskvøðu
Øssur Patursson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo