Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Týsdagin 9. august kl.19.00 skipar Ó fyri tiltakinum "HJÁLP, EG SKAL UTTANLANDS AT LESA", ið verður í nýggja BankNordik bygninginum í Havn.

- Tað kann kanska tykjast fløkjasligt, tá ein flytur í lestrarørindum. Tað eru so nógv nýggj ting, ein skal minnast til: SU, NemID, CPR nr., banka- og tryggingaviðurskifti, sigur Hanus Samró, fyriskipari og stjóri í Ó.

- Vit fáa lesandi úr Keypmannahavn, Odense, Aalborg, Aarhus, Póllandi og Onglandi at greiða frá sínum royndum, og viðkomandi stovnar hjálpa og vegleiða m.a. við SU, NemID og CPR nr.

Les meir um tiltakið her: https://www.facebook.com/events/518545891687996/

Tiltakið verður týsdagin 9. august kl.19.00 í nýggja BankNordik bygninginum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo