At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú verkfallið er av, er greitt, at hjálparfólk, sum mynda tveir triðingar av limunum í Pedagogfelagnum, onki fingu burturúr verkfallinum.

Arbeiðsgevararnir bjóðaðu Pedagogfelagnum somu lønarhækkan sum hini fakfeløgini høvdu fingið, eina lønarhækkan uppá 2,05% fyrsta árið, og 1,25% næsta árið.

Hjálparfólkafelagið hevur síðan seinastu sáttmálasamráðingar áhaldandi víst á ótryggu setanarviðurskiftini hjá hjálparfólki. Víst hevur verið á, at ótryggu setanarviðurskiftini beinleiðis føra til óstabilitet á økinum.

Arbeiðsgevararnir hava tikið hetta til sín, og kravdu tryggari setanarviðurskifti til hjálparfólk. Nevndin í Pedagogfelagnum góðtók ikki treytirnar, og tí varð verkfall.

Pedagogfelagið fór í verkfall við herrópinum “menniskjaligt haldføri”. Formaðurin í Pedagogfelagnum vísti á, at til hesar samráðingarnar var tað ikki so nógv lønin, sum farið varð eftir, men onnur viðurskifti, sum skuldu bøta um vánaligu arbeiðskorini hjá starvsfólkunum.

Sum stríðið harnaði kom alt meira fram, at knútapunktið, sum skilti partarnar, ikki var “menniskaligt haldføri”, men ein munandi lønarhækkan til pedagogarnar.

Nú úrslitið av samráðingunum fyriliggur, er sjón fyri søgn. Pedagogarnir fingu í posa og sekk. Eina lønarhækkan sum breiðkar nógv um gjónna millum pedagogar og hjálparfólk.

Eitt nú veksur gjógvin millum ein pedagog á hægsta stigi og eitt hjálparfólk á hægsta stigi við 1.211,- um mánaðin. Hetta merkir, at eitt hjálparfólk á hægsta stigi, ið arbeiðir á dagstovnaøkinum, nú fær heili 9.200,- kr minni í løn enn ein pedagogur á hægsta stigi.

Um vit taka saman um, so er tað fakta, at lønarvøksturin sum hjálparfólk fáa, er tann sum arbeiðsgevararnir bjóðaðu av fyrstan tíð – tað sama, sum øll onnur fakfeløg hava fingið.

Hetta kundi verðið góðkent og undirskrivað uttan nakað verkfall. Ført hevur verið fram, at hjálparfólk fingu eitt gott lønarlyft hesaferð. Tað verður lagt fram soleiðis, at ein fær eina kenslu av, at pedagogarnir fingu minni hesaferð, til fyrimuns fyri hjálparfólk.

Hetta er manipulatión av grovasta slag og beinleiðis ósatt.

Um vit samanbera lønarvøksturin hjá pedagogum og hjálparfólki í komandi sáttmálaskeiði, so síggja vit sama mynstur, sum var at síggja til samráðingarnar í 2018, har hjálparfólk vóru við skerdan lut.

Um vit taka hjálparfólk á byrjunarstigi, so sæst, at mánaðarlønin hjá einum fulttíðarsettum hjálparfólki veksur við 735,- í sáttmálaskeiðnum. Eitt hjálparfólk á hægsta stigi fær ein vøkstur uppá 852,- kr, meðan ein pedagogur á hægsta stigi fær ein lønarvøkstur uppá heilar 2.063,- kr.

Útgangsstøðið til lønarsamráðingarnar var, at allar lønir hækkaðu við 2,05 % frá 1.januar 2021 og 1,25 frá 1.januar 2022.

Tað, sum fokus hevur verið sett á og sum villeiðir er, at pedagogar fáa 1,05 % frá 1. januar 2022, í mun til hjálparfólk, sum fáa 1,25 %. Har eru 0,2% á muni, og tí sær tað út til, at hjálparfólk fáa meir enn pedagogar.

Tað, sum gevur pedagogunum tann stóra lønarvøksturin, eru broytingar í lønarstiganum. Lønarstigin í gamla sáttmálanum gekk frá stigi 11-22, nýggi lønarstigin gevur tvey stig uppá, soleiðis at stigin nú gongur frá 11-24 stig.

Ikki nokk við tí, at tvey lønarstig eru komin afturat. Men stigin er broyttur soleiðis, at pedagogar fara tvey stig upp aftaná hvørji tvey ár í arbeiði. Hvørt stigið gevur ca. 1000,- í lønarhækkan.

Lønarstigin hjá hjálparfólki er hinvegin óbroyttur. Hann gongur framvegis frá stig 2-8 á dagstovnaøkinum, og frá 3-9 á serøkinum. Har er einki stig komið afturat endalønini og eingi stig tikin burtur, fyri at tað skal verða skjótari at náa endalønini. Hjálparfólk fara umleið 500,- kr upp í løn fyri hvørt lønarstig.

Vit í Hjálparfólkafelagnum fegnast um, at KAF og FMR hildu fast um kravið um betri setanarviðurskifti til hjálparfólk.

Hinvegin harmar tað okkum, at hjálparfólk vórðu tvungin út í eitt verkfall, uttan at fáa part av lønarhækkanini.

Sámal Hansen
formaður í Hjálparfólkafelagnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo