Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Reyði krossur broytir enn einaferð virksemi sítt til tess at hjálpa borgarum í Føroyum at standa ímóti COVID-19, og fyri at verja sjálvboðin í felagsskapinum. Sostatt verður alt tað vanliga virksemið fyribils steðgað.

Endurnýtsluhandlarnir verða sostatt ikki opnir í komandi tíðina, og heitt verður á fólk, um ikki at lata klæðir í klædnabingjurnar kring landið.

Mat- og Klædnahjálpin og vitjanartænastan halda tó á fram við at virka, sum partur av Hjálparnetverkinum.

Eftir ætlan verður aðalfundurin hildin sambært tilmælunum hin 30. august kl. 15:00 í hølum felagsins.

Kunning verður send út seinni, um hetta verður broytt.

Hjálparnetverkið hjá Reyða Krossi verður samstundis íverksett fyri aðru ferð, ímeðan Korona hevur gjørt um seg.

Hjálparnetverkið veitir stuðul til tey, sum av onkrari orsøk hava brúk fyri hjálp orsaka av COVID-19.

Tað kann vera við sálarfrøðiligari ráðgeving, at koyra veikar ella eldri borgarar í sóttarhald, við smáum praktiskum uppgávum, so sum at fara til handils, ella við at ringja og práta við fólk, sum av ymiskum orsøkum sita einsamøll, ella eru í heimauppihaldi ella sóttarhaldi.

Reyði krossur er eisini til reiðar at skipa onnur hjálparátøk, um tað vísur seg, at tørvur verður á tí.

Áhugaði, sum vilja vera partur av Hjálparnetverkinum, kunnu skráseta seg á heimasíðuni www.redcross.fo/hjalparnetverkid, skriva teldupost á redcross@redcross.fo ella ringja á 1818 ímillum kl. 10-15 allar dagar í vikuni.

Áhugaði hoyra so aftur frá Reyða krossi, um tørvur verður á teirra hjálp.

Fyrispurningar um hjálp kunnu sendast til redcross@redcross.fo. Eisini ber til at ringja til skrivstovuna á tlf. 1818.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo