Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nógvar fyritøkur í handils- og tænastuvinnuni merkja sviðan av minkaða virkseminum, sum koronasmittan hevur elvt til. Hjá nógvum fyritøkum er alt mestsum steðgað upp. Tí er tað gleðiligt at frætta, at landsstýrið arbeiðir við einum hjálparpakka til illa sperdu vinnuna.

 

Tá ið tiltøk vóru sett í verk fyri at avmarka smittuna, broyttist býarmyndin munandi. Ein veitari fyri og annar eftir hevur stongt virksemið fyri at verja starvsfólk og kundar ímóti korona. Men uttan inntøkur í longri tíð kann stórur partur av virkseminum hjá sjálvstøðugt vinnurekandi fara fyri bakka.

 

Nógvar lítlar og miðalstórar fyritøkur tørva støðugan kapital. Hjálparpakkin skal tryggja, at fyritøkurnar eisini eru á marknaðinum, tá ið koronakreppan er av. Tí er tað avgerandi, at vinnan nú fær eina hjálpandi hond. Vit eru í eini undantaksstøðu, sum hevur fingið stjórnir kring okkum at seta stórar upphæddir av til vinnuna.

 

Tórshavnar kommuna hevur ikki lógarheimild til at stuðla vinnuni fíggjarliga, men kommunan vil fegin vera ein virkin viðleikari og verða tikin upp á ráð, so hjálparpakkin fær spent neyðuga trygdarnetið undir mongu fyritøkurnar, sum nú eru í fríum falli.

 

Ein virkin og vakin handils- og tænastuvinna eyðkenna Tórshavnar kommunu. Partafelagsskatturin í 2019 var met høgur. Hetta ber boð um, at gongdin hevur verið góð í privatu vinnuni. Men bjørtu útlitini fyri bara einum mánaði síðani, eru nú vend til eina ótrygga framtíð, tí enn vita vit ikki, hvussu djúp kreppan verður, og hvussu leingi hon fer at vara.

 

Gistingarhús, matstovur, handlar og nógvar aðrar tænastur í kommununi hava bráðfeingis tørv á hjálparpakka - bæði fyri at bjarga teimum undan at steingja og fyri at tær kunnu vera við til at seta gongd á búskapin aftur og tryggja fjølbroytt arbeiðspláss.

 

Íkomna kreppan hæsar vónandi skjótt av, men tað vita vit ikki enn. Tí er tað bæði gott og neyðugt, at landsstýrið nú kemur við einum vinnuligum hjálparpakka, sum kann forða fyri eini vanlukkuligari støðu við skjótt vaksandi arbeiðsloysi.

 

Vegna Tórshavnar býrað

Fólkaflokkurin

Tjóðveldi

Framsókn

Sambandsflokkurin

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo