Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Amerikanski forsetin, Joe Biden, fekk seint í gjárkvøldið tepran meiriluta fyri hjálparpakkanum, sum hann hevði lovað.

Í pakkanum er millum annað ein kontant upphædd uppá 1.400 dollarar (tað er umleið 8.700 krónur) til fleiri amerikanarar sum eru illa fyri. Eisini er størri hjálp til arbeiðisleys, fátøk og tey sum eru í vanda fyri at missa bústaðin. Eisini eru stórar upphæddir settar av til at koppseta fólk og fáa vaksinuna runt í landinum. Samlaða virðið á hjálparpakkanum er 1.900 milliardir dollarar.

- Eg lovaði fólkinum, at hjálpin er á veg, segði Joe Biden millum annað tá pakkin var samtyktur.

Munurin á hesum hjálparpakkanum og teimum, sum komu í tíðini tá Donald Trump var forseti, er, at hesin serliga hjálpir meiniga amerikanaranum, ímeðan hinir serliga skuldu hjálpa vinnulívinum. Og republikanararnir í senatinum stúra fyri, at hesin nýggi pakkin fer at elva til ein ovurhitaðan búskap og inflatión.

- Vit eru longu á veg úr kreppuni, ein flóðalda av einum uppsvingi stendur fyri framman, tað er bara at bíða, so kemur tað av sær sjálvum, sigur republikanski leiðarin, Mitch McConnell. Hann vísir á, at arbeiðsloysið longu er minkandi og yvir 16% av øllum amerikanarum eru koppsettir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo