Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Hjalti Mohr Jacobsen og Levi Nybo

Hjalti Mohr Jacobsen og Levi Nybo

Hjalti Mohr Jacobsen og Levi Nybo

StÍf: Hjalti Mohr Jacobsen verður partur av venjaratoyminum hjá fremsta mansliðnum hjá StÍF. Avtalað er gjørd við Hjalta um, at hann beinanvegin tekur við sum hjálparvenjari hjá Levi Nybo, sum er høvuðsvenjari. Avtalan er galdandi fyri restina av kappingarárinum.

Hjalti hevur drúgvar royndir sum leikari í bestu deild; og hevur hann fleiri ferðir vunnið FM. Hann spældi í fleiri ár á føroyska A-landsliðnum. Hjalti hevur fleiri royndir sum venjari. Hann er høvuðsvenjari hjá landsliðnum árgangur 04/05, sum skal til EM-endaspæl í Montenegro í summar.

StÍf fegnast um, at Hjalti teir næstu mánaðirnar fer at vera við til at menna og styrkja okkara manslið enn meira.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo