Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hví gera hjúnabandslógina út frá skriftunum? Hví so ikki allar aðrar lógir í Føroyum eisini; ferðslulóg skattalóg o.s.fr.? Eigur ikki greitt skotti at vera millum kristindóm og lógarsmíð?

Í samband við kjakið um hjúnabandslógina, hoyrast alsamt fleiri røddir siga (eisini kristnar), at vit mugu varða okkum fyri at blanda kristindóm og politikk saman.

Tað serliga við hjúnabandinum er, at tað hoyrir til sjálvan skapanarordanin og hevur tískil sín uppruna áðrenn syndafallið. Skuldi onkur mótmælt, "Hatta er Gamla Testamenti", so kann eg upplýsa, at Frelsarin sjálvur staðfestir hendan skapanarorning í evangeliinum, tá ið hann umtalar hjúnabandið.

Og fyri at brúka undanfarna logikk, so spyrji eg, "Broyta vit hesa staðfesting hjá Frelsaranum við okkara lógarsmíði, hví so ikki broyta alla Bíbliuna við okkara lógarsmíði?"

Tað undrar, at tey somu, sum ávara ímóti at blanda trúgv og politikk, ongan trupulleika hava, tá politikkur blandar seg uppí tað bíbilska. Eitt er so, hvat tey, sum ikki kenna seg bundnan at heiløgu skriftunum, siga og gera.

Men tað, sum undrar enn meira, er, at alsamt fleiri kristin tykjast stuðla, at politikkur blandar seg uppí bíbilsk viðurskifti og við lógarsmíði umdefinerar heiløgu skriftirnar.

Kristian Hansen
Cand.theol.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo