40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Í mars mánaði vann amerikanarin Fabiano Caruana kandidatkappingina í talvi.

Henda kapping, sum varð hildin í Moskva millum 8 av heimsins sterkastu telvarum, var ein dystur um rættin at bjóða norska heimsmeistaranum Magnus Carlsen av.

Og síðani mars mánaða hava talváhugað bíðið í spenningi eftir HM dystinum í London.

Og fríggjadagin kl. 15 fara norski heimsmeistarin og Caruana at sessast hvør sínu megin borðið.

Fabiano Caruana er fyrsti amerikanski avbjóðarin til HM heitið síðandi Bobby Fischer telvaði móti Boris Spassky í Reykjavík í 1972.

Á styrkilistanum hjá altjóða talvsamtakinum FIDE, eru í løtuni bert fýra telvarar, sum hava eitt styrkital omanfyri 2800.

Magnus Carlsen er nr. 1 við styrkitalinum 2835 og Fabiano Caruana er nr. 2 við styrkitalinum 2832.

Meira spennandi kann tað neyvan vera. Magnus Carlsen gjørdist nr. 1 á heimsstyrkilistanum í januar 2010 og síðani 2011 hevur hann, uttan slit,  fasthildið oddasessin við hægsta styrkitalinum.

Í 2013 vann Magnus Carlsen HM heitið frá indaranum Vishy Anand. Magnus Carlsen var tá 22 ára gamal og er sostatt yngsti heimsmeistarin í heimssøguni.

Í mai 2014 rakk hann styrkitalið 2882, sum higartil er hægsta styrkital, nakar telvari hevur megnað. 

Vinnur Caruana HM dystin tekur hann ikki bert HM heitið frá Carlsen, men hann tekur óivað eisini oddasessin við heimsins hægsta styrkitali, har Carlsen hevur verið einaráðandi í 7 ár.

Men eitt met fer Caruana ikki at taka frá Carlsen. 26 ára gamli amerikanarin verður ikki yngsti heimsmeistarin í talvsøguni. Tað metið fer Carlsen framvegis at eiga í minsta lagi nøkur ár afturat. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo