Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fullsett var í hølunum hjá MEGD har borðreitt var við føroyskum viðskera.

Parkinsonfelagið: Í ár hevði felagið boðið báðum sjúkrarøktarfrøðingunum, sum dagliga starvast á neurologisk ambulatorium á Landssjúkrahúsinum, at greiða frá arbeiðinum og dagliga samskiftinum við fólk, sum hava parkinson.

Undir orðaskiftinum kom fram, at ávís frustratión var við samskifti millum fólk við parkinson og neurologisk ambulatorium. Limirnir fíltust á at tey fingu ikki svar uppá spurningar og í øðrum førum gekk alt ov long tíð at koma í samband við serlæknarnar.

Eingin grøðing er fyri parkinson og alneyðugt er at viðgerðin sum fólk fáa allatíðina verður tillaga støðuni hjá einstaka fólkinum.

Tað eru einans 146 fólk við Parkinson í Føroyum og tí koma serlæknar í parkinson regluliga úr útlandinum til Føroyar. Tað er ein fyrimunur fyri fólk við parkinson at fáa viðger av serlæknum sum hava hollað vitan um parkinson, men tíðarbilið serlæknarnir ikki eru í Føroyum røkja teir annað starv, og tí kan tað verða trupult at samskifta við serlæknan tíðarskeiði teir ikki eru í starvið á landssjúkrahúsinum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo