Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í døgunum 22. – 24. sept. vóru allir næmingar í 5. og 7. flokki til landsroynd. Vanligt er, at landsroyndin liggur í apríl, og at tað eru næmingar í 4. og 6. flokki, sum eru umfataðir av royndini.

Men orsakað av Covid-19 varð royndin útsett, og avgjørt varð, at næmingarnir, sum áttu at luttikið í royndini í apríl, vóru til landsroynd í september.

Lærugreinarnar, sum eru partar av royndini, eru føroyskt, støddfrøði og náttúru & tøkni.

27. november varð frágreiðingin send skúlunum og løgd á heimasíðuna hjá Próvstovuni. Í frágreiðingini eru miðalúrslitini viðgjørd, og ymsir myndlar verða vístir. Harumframt verða uppgávurnar í royndini bornar saman við undirvísingartilfari, námsætlanum og tilmælini úr PISA frágreiðingini 2019.

Landsroyndarfrágreiðingin er nakað øðrvísi í ár, og er hetta ein liður í menning av uppgávunum og førleikamenning av uppgávunevndunum. Próvstovan arbeiðir við at gera landsroyndarfrágreiðingina betri, soleiðis at hon lættari kann brúkast sum eitt amboð til eftirmeting á skúlunum.   

Landsroyndarfrágreiðingin kann takast niður: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo