Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er ov nógv útliðið til, at vit kunnu sleppa heilt undan eini triðju bylgju av koronasmittu. Tað sigur Søren Riis Paludan, professari í biomedisini, við Jyllandspostin.

- Eins og við sponsku sjúkuni í 2019, so er tað sannlíkt at tað kemur ein triðja flóðalda av smittu í vár. Tá kunnu vit hava megnað at koppsett summar bólkar av fólkum, men nóg nógv til at skapa neyðuga floksimunitetin eru ikki koppsett tá, og tí sleppa vit neyvan undan triðju bylgjuni, sigur hann.

Sagt verður, at 70% av fólkinum mugu vera koppsett fyri at tað skal hava neyðugu effektina. Um orsøkina til, at tað júst er 70%, sigur professarin, at talið er ymiskt frá sjúku til sjúku.

- Við meslingum er tað til dømis 80 ella 90 prosent. Tað kemur an uppá, hvussu illa virusið smittar. Covid-19 smittar eitt sindur verri enn influensa, sigur hann.

Hóast nógvar orsøkir eru til bjartskygni, so er eisini vert at hava í huga, at allar súður eru ikki syftar við einum koppingarevni. Summi fólk hava onki gagn av tí, kanska vegna aldur ella sjúku, og so virkar sama vaksina neyvan meira enn eitt ár, og fólk mugu so koppsetast umaftur.

- Tað snýr seg um at fáa smittutalið niður um 1, tá tað er hent doyr sjúkan so líðandi út.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo