Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nógvir føroyskir útisiglarar fáa sína løn útgoldna í norskum krónum, og tí ger tað mun hvønn sínamillum kurs norska og danska krónan hava.

Og ímeðan tað seinastu árini javnan hevur verið frammi, at lága norska krónan útholar lønirnar hjá føroyingum við norskum reiðaríum, so er søgan nú vend á høvdið. Tí serliga seinastu vikurnar  er norska krónan styrknað munandi í virði, og tað merkir meira í lønarposan til tey sum fáa lønina í norskum krónum, men skulu veksla tær til danskar, áðrenn tær kunnu brúkast.

- Tað er so avgjørt. Krónan hevur verið niðri ímóti 60, men hevur nú verið omanfyri 78, og tað ger góðan mun. Helst er tað hækkandi oljuprísurin og kanska eisini rentuhækkingar sum gera seg galdandi, siga teir hjá Antares, sum er áhugafelag hjá føroyskum útisiglarum.

Teir vita ikki akkurát, hvussu nógvar føroyingar fáa lønina í norskum krónum, men eitt gott boð er einir 1.000, halda teir.

Sambært síðuni xe.com, sum hevur gjaldoyrakursir úr øllum heiminum, skulu vit heilt aftur til oktober 2018 fyri at finna eina líka sterka norska krónu sum í dag.

Sambært Nettavisen er tað júst oljuprísurin og rentan sum hava størstu ávirkanina á virðið á norsku krónuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo