Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Høgni Karsten Hoydal fyllir 55 ár í dag.

Høgni hevur at kalla síðani hann fór uppí politikk verið formaður í Tjóðveldi - tá Tjóðveldisflokkinum. Hann varð valdur á ting fyrstu ferð í 1998, og hevur síðani eisini verið varaløgmaður og í fleiri umførum eisini landsstýrismaður og fólkatingsmaður og eisini limur í Norðurlandaráðnum.

Høgni hevur eisini starvast sum programmeðarbeiðari í Sjónvarpi Føroya, verið til skips, læraravikarur og enntá starvast sum vaskifólk í barnagarði í heimbygdini Hoyvík, har hann eisini er ein av eldsálunum aftanfyri hondbóltsfelagið, H71.

Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at Høgni Hoydal ikki bara broytti og endurnýggjaði sín egna flokk, men eisini beinleiðis ella óbeinleiðis elvdi til sjálvrannsakan í øðrum flokkum, ikki minst eftir fullveldistilgongdina um aldarskiftið.

Politisk mótsøðufólk siga kanska, at eitt sum eyðkennir Høgna og hansara politisku kós er, at hann vil hava alt ella onki, og tí er endin ofta tað seinna.

Høgni Hoydal, sum er í farloyvi frá Løgtinginum, hevur lisið samskifti og søgu á RUC, hann heldur saman við Hildur Hermansen og tey eiga trý børn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo