Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Høgni Olsen er í dag settur í starv sum fíggjarstjóri í Almannaverkinum. Hann tekur við starvinum í seinasta lagi 1. apríl 2022.

Høgni er 41 ára gamal og hevur kandidatútbúgving í fígging og strategiskari leiðslu frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn.

Hann hevur drúgvar arbeiðsroyndir frá fíggjarliga økinum, eitt nú sum leiðari á íløgudeildini hjá BankNordik og sum fíggjar- og fyrisitingarleiðari í ALS.

Síðan 2020 til í dag hevur Høgni starvast sum roknskaparleiðari hjá Atlantic Airways. Høgni er eisini virkin í nevndararbeiði og hevur síðan 2017 millum annað verið nevndarformaður og nevndarlimur í LÍV-samtakinum.

Uppgávan hjá Høgna verður at menna og leiða fjølbroytta fíggjarumhvørvið og fyrisitingina í Almannaverkinum og vera ein aktivur partur av menningini av stovninum saman við leiðsluni.

- Vit fegnast um at fáa ein fíggjarstjóra við tí vitan og teimum royndum, sum Høgni hevur, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.

Høgni er úr Havn, giftur við Katrin K. Olsen, og saman eiga tey trý børn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo