Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fishfacts & Aquafacts: Fishfacts og Aquafacts hava í dag skrivað undir tvey ára stuðulsavtalu við føroya- og norðurlendska meistaran í U-17 í Taekwondo, Høgna Kunoy Dávason, ið hevur við sær, at Fishfacts og Aquafacts verða høvuðsstuðlar komandi tvey árini.

- Høgni er ein sólskinssøga, ja, ein fyrimynd fyri allar føroyingar. Við sterkum og stálsettum vilja, og ikki minst beinhørðum og miðvísum arbeiði hevur hann prógvað, at hóast tú kemur úr lítlu Føroyum, kanst tú stríðast millum teir størstu og sterkastu úti í heimi. Høgni er longu norðurlendskurmeistari í aldursbólkinum undir 17 ár, og nú hevur hann sett sær sum mál at vinna EM, HM og OL í Taekwondo. Vit eru sjálvandi glaðir fyri, at vit kunnu stuðla honum, sigur Hanus Samró, sum eigur Fishfacts og Aquafacts saman við pápanum, Óla Samró.

Høgni Kunoy Dávason luttekkur í fleiri altjóða kappingum, og tí er neyðugt við útlendskum sparringum og venjingarlegum.

- Hetta hevur nógv at siga fyri meg. Tað er kostnaðarmikið at ferðast, vera á venjingarlegum og luttaka í altjóða kappingum. Tí eri eg takksamur fyri, at Fishfacts og Aquafacts vilja stuðla mær í mínum dreymi. OL í 2024 er kanska ov skjótt, men OL í 2028 er meira realistiskt. Tá vóni eg eisini, at eg sleppi at berjast og umboða Føroyar til OL, sigur Høgni Kunoy Dávason.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo